Ein fráboðan kom um grind út fyri Hvalvík í Sundalgnum. Talan var um einar 60 sprinngarar. Sýslumaðurin fekk boðini, men mett var, at nóg mikið var av grind, og tí var einki gjørt við tað.
Klokkan átta vóru aftur boð um grind. Hesaferð millum Hov og Tvøroyri. Tað var ein persónur, sum sá grindini av Hovsegg. Sýslumaðurin fekk boðini, men á politistøðini í Havn hoyrdu ikki meira um tað.
Aftur klokkan níggju var ein fráboðan um grind. Hesaferð í Tangafirði. Sýslumaðurin fekk boðini, men valdi einki at gera við tað.
Aftur um 18 tíðina í gjárkvøldið vóru boð um ein flokk av grindahvalum, sum enn einaferð segði sýslumaðurin, at grindin ikki skuldi haldast til.










