Fleiri fingu klipp í koyrikortið

Og ein persónur hevur sovið í brummuni hjá løgregluni í nátt

Tá løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar, var ein bilførari tikin millum Fjarða í Eysturoy fyri at koyra 101 km um tíman. Fyri tað fær hann bót og klipp í koyrikortið. Í Søldarfirði var ein tikin fyri at koyra 76 km um tíman í bygdum øki, sum eisini gevur bót og klipp í koyrikortið. Sama stað var ein annar bilførari tikin fyri at koyra 71 km um tíman, sum eisini gevur bót og klipp í koyrikortið.

Í Havn var ein fullur persónur tikin upp í Steinatúni um 19 tíðina og sendur víðari.

Seinni um kvøldið varð løgreglan boðsend til eitt stað, har fleiri fólk vóru, tí tey vóru ótrygg. Maðurin var øgiliga fullur, sigur vaktleiðarin á politistøðini – og varð tí tikin við á politistøðina, har hann hevur sovið í brummuni.