Fleiri flogfør avlýst vegna veður

Veðrið hevur darvað flogferðsluni í dag, av teimum 7 flogførunum, sum skuldu koma til Vágar, eru bara 3 komin, hini 4 eru avlýst.

Við fráferðunum hevur gingið betur, 5 flogfør eru farin avstað, tað seinasta fór kl. 18:23, tvær fráferðir eru avlýstar í dag.

Í morgin verður eftir ætlan nógv flogferðsla, 8 flogfør skulu koma og tað fara eisini 8 flogfør avstað í morgin, fyrsta flogfarið kemur kl. 11:40 í morgin, tað kemur úr Keypmannahavn.

Í kvøld er fitt av vindi av útsynningi, vindferðin liggur um 16 m/sek, í nátt og tíðliga í morgin verður sama ætt, vindferðin fer í nátt at liggja um 16m/sek, eftir middag í morgin verður hann vestan í ættini, vindferðin minkar tá niður í 12 m/sek.