Fleiri fólkaskúlar kring landið bróta lógina um børnini

Í heili 72 skúlaflokkunum verður ætlanin í lógini ikki hildin

Arbeitt verður nú við at endurskoða lógina fólkaskúlalógina. Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagi, sigur við Skúlablaðið, at í hesum sambandi hevur Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, boðað frá, at hann heldur, at støddin á flokkunum eigur at minka. 

 

Sum lógin er nú, verður sagt, at vanliga eigur ein flokkur ikki at fara upp 24 næmingar. Formaðurin í Lærarafelagnum hevur skilt, er ætlanin at broya í lógina, so at markið upp á 24 børn, verður tikið burtur, so at tað framtíðini ikki skulu vera meiri enn 20 børn í hvørjum flokki.

 

Men hann heldur eisini, at meinar landsstýrismaðurin tað í álvara, er einki at bíða við, tí alt talar fyri, at tað er best fyri allar partar at minka talið á næmingum í hvørjum skúlaflokki. Hann vísir á, at landsstýrismaðurin hevur heimild at at gera av, at tað skulu ikki vera meiri enn 24 børn í nøkrum flokki. 

 

Veruleikin er tó, at tað er vanligt at fara upp um, sigur Jacob Eli S. Olsen. Hann sigur, at sostatt bróta vit lógina, tí tað vanliga er at seta fleiri enn 24 børn í ein flokk.

 

– Farna skúlaár vóru ikki færri enn 72 skúlaflokkar kring landið, sum høvdu 24 næmingar og fleiri. Fyribils tøl vísa, at hetta skúlaárið hava vit 23 flokkar við 24 børnum, í 14 flokkum eru 25 børn og í átta flokkum eru 26 børn. Summir av hesum flokkunum eru 8. flokkar. Tað vil siga, at talan er um nýggir flokkar, sum akkurát eru samansettir við børnum úr ymiskum skúlum. Men tað er eisini í nøkrum 1. flokkum, at tað eru yvir 24 børn.

 

Formaðurin í Lærarafelagnum sigur, at tað eru dømi um ein flokk, sum í ár er 3. flokkur, og har tað, øll árini, hava verið yvir 24 børn. Stutt sagt hava vit fult av flokkum kring landið, sum hava fleiri børn enn lógin ásetur.

 

Hvønn dag sita 24, 25 og 26 børn í skúlastovum og mangan er tað trongligt í skúlastovunum, sigur hann. Hvørki børn, ella lærarar, kunnu trívast í slíkum umstøðum, leggur hann afturat. – Hevði landsstýrismaðurin bara sagt, at eingin flokkur skal upp um 24, høvdu vit givið so øgiliga nógvum børnum og lærarum nógv betri umstøður, sigur Jacob Eli S. Olsen, við Skúlablaðið

 

Lærarar eru sannførdir um, at tað eigur ikki at bera til at byrja í 1. flokki í einum flokki, sum er 24 næmingar ella størri, og tað eigur heldur ikki at bera til at halda fram í 2. flokki við flokkum, sum eru størri enn tað.