Norð-strategiin hjá Atlantic Airways er um at verða liðug, og Allan Skaalum váttar, at talan verður um fleiri rutur til Noreg og Ísland enn frammanundan.
Atlantic Airways fer frá vári 2015 at flúgva fýra ferðir um vikuna til Noregs, tríggjar ferðir um vikuna til Íslands og tvær ferðir um vikuna til Skotlands. Tað váttar Allan Skaalum, marknaðarleiðari hjá Atlantic Airways.
Ætlanin var at leiga ein airbus út ella at snúgva sær úr leasingavtaluni fyri ein av teimum, men hetta hevur víst seg at vera torført.
- Tískil verður tað ein airbus, sum fer at røkja Norð-flúgvingina í fyrsta umfari, sigur Allan Skaalum. Hetta merkir, at heldur enn at hava rúm fyri eini 75 ferðafólkum, sum vit høvdu ætlað, fara vit at hava rúm fyri 144 ferðafólkum hvønn túr. Vit mugu allarhelst læra okkum at góðtaka, at onkrar túrar verður flogið við hálvfullum flogfari.
Ferðaætlanin er løgd fyri 18 mánaðir í fyrsta umfari, fyri at geva rutunum tíð at menna seg og at geva ferðaskrivstovunum ein veruligan møguleika at gagnnýta hesar nýggju ruturnar. Síðani verður væntandi eitt minni flogfar tikið í nýtslu á hesum farleiðunum.
Flogið verður til Bergen mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag, til Íslands (Reykjavíkar um summarið, Keflavíkar um veturin) mánadag, týsdag og fríggjadag og til Skotlands, allarhelst Aberdeen, mánadag og fríggjadag.
Enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvussu ferðaseðlaprísirnir vera, men Atlantsflog fer væntandi at kunngera nýggju Norð-ætlanina í síni heild síðst í oktobur.