Fleiri fyrimunir enn vansar

- Eg eri sera tilvitaður um, at eg havi tveir ymiskar kasjettar á høvdinum, sigur Hans Johannes á Brúgv.

Sjálvur skilir Hans Johannes á Brúgv væl, at onkur er atfinningarsamur, tí tað kann tykjast sum, at andsøgn er millum áhugamálini hjá teimum báðum almennu stovnunum, Skipaeftirlitinum og Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini, FAS.

 

Við felagsblaðið, Mið & Magn, sum Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið geva út, heldur hann kortini, at fyrimunirnir við at vera stjóri bæði í Skipaeftirlitinum og FAS eru væl størri enn vansarnir.

 

- Onkur heldur, at tað er problematiskt, at eg eri stjóri í báðum stovnunum, og eg skilji atfinningarnar. Men, hinvegin er tað eitt ynski, at vit skulu menna og víðka um okkara sjóvinnu. Í so máta er alneyðugt við synergium millum allar aktørar - og ikki minni millum FAS og Sjóvinnustýrið.

 

Hans Johannes á Brúgv heldur, at tað tá kann vera ein stórur fyrimunur, at báðir stovnarnir hava sama stjóra.

 

- Men, um vit hugsa um armslongd, sum hann tekur til, so hevði tað kanska verið ynskiligt, at ein deildarstjóri var undir mær at hava dagliga arbeiðið við FAS, sigur Hans Johannes á Brúgv, sum sigur seg vera sera tilvitaðan um, at hann hevur tveir kasjettar á høvdinum.

 

Tí hevur hann heldur einki við manningarásetingarnar í Sjóvinnustýrinum at gera, eins og Skipaeftirlitið har einki hevur við FAS at gera.

 

Hann sigur, at viðvíkjandi undantøkunum, til dømis tá ræður um manningarskjølini, sum onkur hevur so ilt av og sum verða sett í samband við hansara dupultfunksjón, so kann hann bara vísa á hagtølini sum vísa, at talið av undantaksloyvum av hesum slagnum eru minkað við einari helvt hesi seinastu 2-3 árini.

 

- Annars kann argumentasjónin við teimum mótstríðandi áhugamálunum væl vendast á høvdið. Tí, vit mugu ikki gloyma, at tað er høga støðið í FAS, sum er vørumerkið, tá vit royna at fáa nýggj skip skrásett. So tað hevur eisini avgerandi týdning fyri FAS, at Skipaeftirlitið undir Sjóvinnustýrinum virkar væl og óheft, sigur Hans Johannes á Brúgv.