Fleiri ganga aftur

U19-landsliðið hjá monnum hevur vinnarar úr Kosovo á liðnum

Føroyar framdu tað bragd at vinna Emerging Nations Cup-kappingina, ið varð leikt í Kosovo. Finalan ímóti Lettlandi bleiv spæld fríggjadagin, men longu í dag eru nýggjar avbjóðingar fyri summar av teimum, ið vóru við í Kosovo.

 

Tí at longu í dag byrjar European Open-kappingin, sum føroyska U19-landsliðið luttekur í. Kappingin verður spæld í Gøteborg. Í føroyska hópinum eru Áki Egilsnes úr VÍF og Kjartan Johansen úr StÍF, sum báðir vunnu gull í Kosovo, men longu í dag skulu brynja seg til nýggjar avbjóðingar við U19-landsliðnum. Fyrsti dystur verður leiktur klokkan 13 ímóti Kekkia.

 

Eisini er áhugavert, at Birgir Hansen og Kári Nielsen, A-landsliðsvenjarar, eisini eru venjarar hjá U19-landsliðnum. U19-landsliðið telur tríggjar venjarar, og er Ingi Olsen úr VÍF triði venjarin.