Fleiri grønar stuðulsgávur latnar í gjár

Í sambandi við Umhvørvisvikuna hava fleiri føroyingar fingið fíggjarligan stuðul til grønar verkætlanir, sum eru til frama fyri umhvørvið

Í gjárkvøldið var tiltak í Reinsarínum í Havn, har umhvørvisstuðul varð latin til grønar verkætlanir, sum metast at hava ávísan týdning fyri umhvørvið. Her kanst tú síggja, hvør fekk stuðul, og hví tey fingu stuðul frá kommununi. 

Maud Wang Hansen - 12.000 krónur

Maud Wang Hansen fekk tvær stuðulsjáttanir til virksemi á almennum øki í Nólsoy. Hetta umfatar at planta urtir og átbærar blómur, og so eisini grønan kompost.


– Endamálið við verkætlanunum er, at minka um innflutning og burturkast av útlendskum vørum við at planta fleiri sløg av urtum og átbærum blómum í felags plantukassar í Nólsoy, sum øll í bygdini kunnu fáa gleði av.

– Eisini skal byggjast ein felags kompostskipan úr endurnýtslutilfari til at skilja burturkast til grønan kompost fyri at minka um burturkastið, sum skal brennast og fyri at fáa góða mold til felags urtagarðin.


Sunniva G. Mortensen 60.000 krónur:

Sunniva G. Mortensen hevur heimasíðuna Matkovin.fo, har mann kann finna kunning um føroyska matframleiðaran og stuttfluttu matvørurnar, ið eru til keyps kring landið.

– Fleiri verkstovur um burðardygga matgerð m.a. niðursjóðing av grønmeti og urtum frá føroyskum bóndum til tess at fyribyrgja matoyðsl og burturkast í Tórshavnar kommunu umframt at styrkja sambandi millum meginøkið og útoyggjarnar.

Diana Krossá Kongsbak og Føroya Fuglafrøðifelag - 15.000 krónur:

Stuðulin er latin fyri Kenneth Williamson fuglagrunnin.

– Ein ferðagrunn sum ger tað gjørligt hjá útlendskum fuglagranskarum at koma til Føroya í avmarkað tíðarskeið, og føroyskum fuglagranskarum at fáa møguleika at førleikamenna seg til fuglagransking uttanlands.

Latin stuðul kr. 15.000,- ið verður oyramerktar til gransking av árin frá burturkasti á fuglalívi. Serliga er tað havhestur, drunnhvíti og skrápur sum verða plágaðir av plast í sjónum, og eru hesir nógvir í tali í Tórshavnar kommunu.

Elin Lindenskov - 38.000 krónur:

Endurnýtsluverkstovur á Dugna: Stearin, klædnaprent, glas og metal

– Amboð og útgerð ísv. endurnýtslu av tilfar, sum annars fer burtur. Hetta skal brúkast til meira útvent virksemi sum eitt nú; podcasts, smáar filmar og verkstovur. Fokus er á stearin, toy, glas og metal m.a. við at brúka kertustubbar at gera nýggj stearinljós, umseyming av toyi, umframt at gera vasar burturúr glasi og steintoy, ið annars ikki kann seljast.

Reyði Krossur - 55.000 krónur:

Gløggpløgg og Skrøggpløgg - skapandi klædnapakkar til børn við Reyða Krossi Føroya

– Reyði Krossur vil selja barnapakkarnar 'Gløggpløgg' og 'Skrøggpløgg', ið innihalda føroyskt-mentar seymiuppskriftir til barnaklæðir og grýluklæðir og tekstil at seyma hesi við. Á henda hátt kunnu klæðir, ið annars vórðu send av landinum ella burturbeind verða endurnýtt.

Harafturat skal kannast, hvussu stórt klædnatilfeingið er, nýggjar møguleikar at endurnýta tekstil, skógvar og lutir, og hvussu hetta kann gerast í samstarvi við aðrar áhugapartar, eins og skipað verður fyri verkstovum og kunnandi tilfar fyri borgarunum.

Vígdis Bjarnadóttir - 20.000 krónur:

Endurnýtslu-jólatræ til Nólsoyarbygd við Vígdis Bjarnadóttir

– Ætlanin er at konstruera eitt jólatræ sum skal endurnýtast hvørt ár. Tað skal gerast og pyntast við endurnýtslutilfari. Bindiklubbarnir í bygdini og onnur sjálvboðin fara at virka, pynt og umvæla hvørt ár. Jólatræið skal koma ístaðin fyri granntræið í bygdini.

Sigrun Mohr og Rudda Føroyar - 50.000 krónur:

Rudda Stubbar við Sigrun Mohr og Rudda Føroyar.

– Átakið snýr seg um at økja um vitanina og tilvitanina um, hvussu dálkandi sigarettstubbar eru við lýsingum á sosialu miðlunum og í fjølmiðlunum og við at seta gjøgnumskygd rør upp ymsastaðni í býnum í ein mánað í summar. Úrslitið verður nýtt til at broyta vanan at tveita stubbar, ið tískil minkar um stubbarusk í okkara umhvørvi og náttúru.

Kafe Systrar

Grøna virðislønin frá Tórshavnar kommunu verður latin persóni, stovni ella fyritøku, sum á onkran hátt hava gjørt eitthvørt umhvørvisvinarligt átak, verkætlan ella annað, sum er umhvørvinum at frama. Í ár varð Grøna virðislønin latin Norðurlandahúsinum og Kafe Systrar, ið miða móti at vera við í grøna skiftinum.

– Kaféin í Norðurlandahúsinum borðreiðir við burðardyggum, vistfrøðiligum mati, virkisbilurin er ein el-bilur, og lampurnar nýta bara LED- og lágorkuperur.

Í desember 2020 bleiv Norðurlandahúsið góðkent av altjóða umhvørvismerkinum Green Key, sum verður givið til ferðavinnu og ráðstevnustøð, ið lúka eina røð av strongum umhvørviskrøvum, alt frá at skilja burturkast, avmarka nýtslu og til grøna reingerð.

Grønu gávuna fekk Føroya Fuglafrøðifelag

Á hvørjum ári letur matstovan Etika allan peningin, sum kemur inn frá vatnsølu, til Grønu Gávuna. Og í ár er upphæddin 47.470 krónur.

– Fuglafrøðifelagið virkar fyri virðismeting, vernd og vísindaligari gransking av føroyskum fugli.

– Umframt teirra sera umráðandi arbeiði fyri at halda lív í almenna áhuganum fyri fugli og fuglaumhvørvi, halda vit, at felagið ger eitt gott arbeiði við at stimbra fuglafrøðiligar kanningar, vísa fuglaverndartrupulleikar og hjálpa í fuglafrøðiligium spurningum.

Øll vóru samd um, at Føroya Fuglafrøðifelag er uppiborin vinnari í 2021