Persónligt agg var atvoldin til, at ein onkur føldi trongd til at gera seg inn á ein persónbil í miðbýnum í Havn í hesi vikuni.
Bilurin stóð parkeraður í miðbýnum, og hann hevur fingið nakrar skøvur og buklur av harðligu viðferðini. Løgreglan upplýsir, at tað var persónligt stríð, sum var atvoldin til herverkið.
Ein annar bilførari var heldur skakkur, tá hann kom aftur til bilin, sum stóð parkeraður á Hallarheygnum.
Har hevði onkur gjørt seg inn á bilin, sum eisini hevði fingið bæði buklur og skøvur. Løgreglan kennir ikki orsøkina til hetta herverkið.
Tað hava mest verið akfør, sum hava fingið av grovfílini seinastu dagarnar. Ein skutari, sum eisini stóð í miðbýnum, hevur eisini verið fyri herverki, sum er meldað.
Blomsturhandilin Akkuleya í Niels Finsensgøtu hevur eisini staðið fyri skotum. Hurðin í handlinum varð sparka inn, men einki innbrot hevur verið, og einki er horvið úr sjálvum handlinum, uttan rúturin í hurðini, sum reyk sær ein túr.
Einki nýtt um innbrotini
Um vikuskiftið fekk løgreglan fráboðan um trý innbrot í Havn. Tað var í Tórshøll, har tjóvarnir fingu 7.000 krónur og sigarettir við sær, í Gamla Bókhandli hvurvu nakrar hundrað krónur og ein telefon og í barnagaðrinum á Varagøtu tóku tjóvarnir eisini pening við sær.
Løgreglan hevur enn ikki handtikið nakran persón í hesum málinum, og einki nýtt er komið undan kavi. Arbeitt verður framvegis við málinum.