Fleiri hvíthvalir í Grønlandi

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár er framgongd aftur í stovninum av hvíthvali í Grønlandi. Tað vísa kanningar hjá grønlendska náttúrustovninum.

 

Fyri fyrstu ferð í fleiri ár er framgongd aftur í stovninum av hvíthvali í Grønlandi. Tað vísa kanningar hjá grønlendska náttúrustovninum. Hetta merkir, at gongdin, sum verið hevur í Vesturgrønlandi, nú er vend.

 

Sambært www.sermitsiaq.ag halda lívfrøðingar, at tað eru tvey ting, sum hava broytt umstøðurnar hjá veiðimonnum. Eitt er kvotuásetingar. Annað er, at tað hevur verið truplari hjá veiðimonnum at komið at hvalunum.


Hvíthvalurin hevur nevniliga broytt mynstur og heldur seg vestari á havinum. Veðurlagsbroytingar hava gjørt, at havísurin ikki longur kemur so langt inn móti strondini og tískil hvalurin heldur ikki.

 

Tað er vorðið truplari at fáa fatur á hvalinum langt til havs. Við núverandi kvotum og umstøðum meta lívfrøðingar, at møguleikin fyri framgongd í stovninum av hvíthvali í Grønlandi í árunum fram til 2020 er 70 prosent.