Nú verður farið undir at gera enn fleiri grundstykki at byggja á í Havnini
Tað hevur byggi- og býarskipanarnevndin hjá Tórshavnar Býráð nú samtykt.
Nakað síðani vórðu 48 grundstykki stykkjað út Undir Kongavarða á Argjum, men tey gingu sum heitt breyð og vórðu seld beinanvegin.
Tað fóru 56 umsøkjarar, sum lógu framvið, men tá ið talan var um 48 stykki, sum vóru til taks, vóru tað eyðvitað nøkur, sum vóru við sviðusoð, staðfestur Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum
Men hann sigur, at hetta er orsøkin til, at tey beinanvegin gjørdu av at stykkja 50 grundstykki afturat út Undir Kongavarða.
Lendið til tey stykkini er útvegað og nú eru tey farin undir at projektera útstykkingina og tað arbeiðið verður liðugt um ein mánað.
Tey 48 stykkini, sum longu eru stykkjað út, verða klár at byggja á næsta vár, og ætlanin er tá beinanvegin at fara undir at gera tey næstu 50 stykkini byggibúgvin eisini, sigur Tróndur Sigurðsson.
Hesi 50 stykkini, sum nú verða gjørd afturat, verða ikki bjóðað út eftir einum bíðilista hjá kommununi.
- Tey verða útlutað eftir teirri nýggju skipanini, har áhugað, sum vilja hava eitt grundstykki, skulu melda seg eitt stykki, sigur formaðurin í byggi- og býarskipanarnevndini.