Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skiftir orð við borgarstjóran í Kharkiv, Ihor Terekhov. Kharkiv, sum liggur nærindis markinum til Russlands, hevur óteljandi ferðir verið álopin av russum

Fleiri løstað í dronuálopi á Kharkiv

Russar hava lopið á næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv, sum russar so mangan áður hava lopið á

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skiftir orð við borgarstjóran í Kharkiv, Ihor Terekhov. Kharkiv, sum liggur nærindis markinum til Russlands, hevur óteljandi ferðir verið álopin av russum

- Ein bygningur í fimm hæddum í Osnovianskyi-økinum í Kharkiv er í kvøld raktur av russiskum dronum.

 

Tað skrivar guvernørurin í økinum, Oleh Synegubov, á boðtænstuni Telegram seint í kvøld.

 

Sambært borgarstjóranum í Kharkiv, Ihor Terekhov, hevur ein russisk drona eisini rakt eitt parkeringshús nærindis íbúðarbygningum.

 

Eldur er bæði í parkeringshúsi og bilum.

 

- Vit frætta um fleiri løstað í Osnovianskyi og Slobidskyi-økjunum, skrivar borgarstjórin í Kharkiv á Telegram.

 

Sagt verður, at russisk dronuálop eisini hava verið í útryðjuni av Kharkiv, sum er næst størsti býur í Ukraina.

 

 

 

 

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skiftir orð við borgarstjóran í Kharkiv, Ihor Terekhov. Kharkiv, sum liggur nærindis markinum til Russlands, hevur óteljandi ferðir verið álopin av russum