Fleiri lyklauppgerðir vera seinnapartin

Ellivta umfar í Effo-deildini verður í dag

Tað er stutt millum týdningarmikla fótbóltsdystirnar. Seinnapartin verður ellivta umfar í landskappingini í bestu deildini.

 

Talan verður um uppgerðir millum tey, sum stríðast um oddasessin og europeisku plássini í tætta toppinum, har tað eru tvey stig frá B36 og KÍ, sum eru tey ovastu, og aftur til NSÍ og HB, sum eru á fjórða og fimta plássi.

Talan verður um lyklauppgerð millum tey, sum stríðast fyri at sleppa undan botnplássunum, og í Gundadali hittast toppliðið og botnliðið.

 

 

KÍ-HB: Alex Troleis kl. 15.00

Víkingur-ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00

NSÍ-Skála: Eiler Rasmussen kl. 15.00

B36-B68: Lars Müller 17.15

AB-TB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

Støðan

B36 20

KÍ 20

Víkingur 19

NSÍ 18

HB 18

ÍF 14

Skála 9

TB 9

AB 5

B68 4