Frælsur Ítróttur Føroya skrivar:
Tey verða tilsamans 10, sum fara at umboða Føroyar í frælsum ítrótti á oyggjaleikunum. Av hesum eru bert trý, sum áður hava kappast á oyggjaleikum. Sostatt verða heili sjey nýggj andlit at síggja í FÍF-búnanum á Gotlandi í summar.
Eitt sindur serstakt er, at vit nú hava fleiri spurtarar við. Seinastu 100 m rennarar hjá monnum vóru Heini Hátún og Ási Mikkelsen í 1999 og hjá kvinnunum skulu vit aftur til oyggjaleikirnar í Føroyum í 1989. Vit hava nú so nógvar skjótar kvinnur, at útlit eru fyri sterkum liðum í báðum boðrenningunum.
Rebekka Fuglø, 24 ár, Treysti, verður okkara royndasti luttakari. Hon var fyrstu ferð við á Álandi í 2009, og hevur verið við hvørja ferð síðani tá. Hetta verður fimta ferðin hjá henni til oyggjaleikir. Seinast vann hon silvur á 800 metrum.
Marna Egholm, 36 ár, Bragdið/Sparta er enn lutfalsliga fesk í frælsa ítróttinum, men verður okkara elsti luttakari. Hon var við fyrstu ferð fyri tveimum árum síðani á Jersey, tá hon vann silvur á 10.000 m, bronsu á 5.000 m og bronsu í liðkappingini í hálvum maraton saman við Bjørk H. Olsen.
Tórur Mortensen, 18 ár, Hvirlan, var eisini til sínar fyrstu leikir á Jersey, har hann leyp longdarlop og trístøkk. Síðani tá hevur hann tikið seg almikið fram, og er nú eitt av okkara allarsterkastu kortum
Jan Elmar Sørensen, 25 ár, Treysti verður við fyri fyrstu ferð. Hann er langteinarennari, og ger kanska størstu skreytirnar á hálvum maraton. Hann hevur tó prógvað, at hann eisini kann renna heilt skjótt á teinum heilt niður til 5.000 metrar.
Elisabet Holm Simonsen, 16 ár, Bragdið verður við fyri fyrstu ferð. Seinasta summar gjørdist hon á fyrsta sinni føroyameistari á 100 m og setti seinni føroyskt met. Vit kunnu vænta at síggja hana á 100 og 200 metrum umframt í boðrenningum
Alda S. Lamhauge, 18 ár, Hvirlan verður við fyri fyrstu ferð. Alda var nær við at sleppa við fyri tveimum árum síðani, tá lítið manglaði í á 1o0 metrum. Eins og Elisabet, kunnu vit vænta at síggja Aldu á 100 og 200 metrum umframt í boðrenningum.
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, 18 ár, Bragdið hevur greitt fleiri krøv at koma við til oyggjaleikir. Hesi seinastu tvey árini hevur hon sett føroyskt met í longdarlopi, trístøkki og á 200 metrum. Hetta verða eisini hennara kappingargreinar á oyggjaleikunum umframt at hon rennur við í boðrenningunum.
Rúni Jacobsen, 22 ár, Hvirlan/Sparta verður fyrsti føroyingur í 18 ár at renna 100 metrar á oyggjaleikum. Hann hevur verið spurtkongur Føroya í eini tvey ár nú. Hann rennur væntandi eisini 200 metrar.
Oddvør Josephsen, 16 ár, Treysti verður við fyri fyrstu ferð. Setti longu sum 14 ára gomul føroyskt innanduramet á 400 metrum, men roynist eisini sera væl á 800 metrum. So hetta verða hennara teinar á oyggjaleikunum, umframt at vit kunnu vænta at síggja hana í boðrenningunum.
Julian Gregersen, 18 ár, Treysti verður við fyri fyrstu ferð. Hann fer at verja føroysku æruna í miðteinarenning, og skal bæði renna 800 og 1.500 metrar.
Alt í alt eitt spennandi ungt lið. Uttan tær stóru oyggjaleikaroyndirnar. Hinvegin hava tey flestu íðkað frælsan ítrótt í nógv ár, og hava drúgvar kappingarroyndir aðrastaðni frá. Bæði innan- og uttanlands.
Fýra ungir luttakarar frá leikunum í 2015 eru tíverri ikki við í ár. Hallur Simonsen, sum vann silvur í klingrukasti, er tíverri fyribils givin at kasta, meðan Hanus Bergsson, sum fekk eitt sera óheppið fjórðapláss, hevur verið langtíðarskaddur. Rúni Seloy og Bjørk Herup Olsen hava bæði tikið ein støðg frá renningini. Bæði velja tey nú at taka lesnaðin fram um, og vóna at nógvu skaðarnir, tey hava havt, fara at blíva í ordan aftur. Hesi eru øll blaðung enn, og vónandi síggja vit tey aftur í oyl-høpi.
Umframt hesi vóru eisini fleiri onnur, sum eru sera nær við oyl-úttøku. Vit hava tíverri ongar kastarar við hesuferð, men longu nú hómast útlit fyri at vit kunnu fáa eitt sterkt lið næstu ferð. Serliga ungu kvinnurnar sýnast sterkar og dugnaligar.