Hanus Thorleifsson er aftur í B36, eftir at hann hevur verið burtur frá felagnum síðani 2009. Hanus hevur sín uppruna í Skála og skifti til B36 í 2006. Í 2009 skifti hann til HB og í fjør spældi hann við ÍF.
Hanus hevur í eina tíð vant við B36 og nú hava partarnir valt at gera sáttmála. Umframt miðvallaran, so eru Alex Mellemgaard og Eli Falkvard eisini komnir til felagið.
Eisini hevur felagið gjørt sáttmála við Aksel Berg, Sandri Færø, Árna Guldborg og Tóka á Lofti, skrivar heimsíðan hjá felagnum.