Fleiri nýskipanir á veg

- Samgongan vil koma á mál við fleiri nýskipanum í 2016, sigur fíggjarmálaráðharrin, Kristina Háfoss.

- Hetta eru nýskipanir, sum vit hava bíðað eftir í alt ov nógv ár, men nú skal røkkast á mál, sigur fíggjarmálaráðharrin.

- Árið 2015 hevur verið eitt sera hendingaríkt ár. Politiskt hava tað verið tvey val. Vit komu í samgongu og í stjórn. Tað kennist ómetaliga væl nú at kunna seta í verk tann politikk og ta kós, sum vit ynskja fyri fólk, vinnu og land.

Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Hon heldur, at besta hending í 2015 - politiskt - var, at Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn skipaðu nýggja samgongu eftir løgtingsvalið í heyst. Fyri føroyskan ítrótt var tað eisini ein stór hending, at Føroyar í farna ári umsíðir fingu fyrsta 50 metra svimjihylin.

- Dugnaligu fólkini innan tónleika-, mentanar- og listaøkið hava eisini aftur í ár givið okkum nógvar ríkar løtur.  

Landsstýriskvinnan harmast um, at 2015 var merkt av stórum ófriði í heiminum, eisini í Evropa.

- Hetta hevur skapt sorgarleikir kring heimin, og eg vóni, at altjóða samfelagið í størri mun tekur saman hendur um at fáa loyst teir grundleggjandi trupulleikar, sum eru høvuðsorsøkir til nógva ófriðin og stóra flóttafólkastreymin.

Kristina Háfoss sigur, at hon sum landsstýriskvinna fer at gera sítt ítarsta fyri at tryggja, at Føroyar í 2016 og framyvir gerast eitt enn betri og meira sjálvbjargið land at liva í - fyri alt fólkið.

- Vit hava longu tikið fyrstu stigini at fremja einar meira sjálvbjargnar, samhaldsfastar og tíðarhóskandi Føroyar. Men, fyri framman standa fleiri átøk og stóru nýskipanirnar.

Hon sigur, at 2016 verður eitt nýskipanarár, tí samgongan hevur sett sær fyri at koma á mál við fleiri nýskipanum, eitt nú innan pensjónsøkið, fiskivinnuøkið og menningarætlan fyri heilsuverkið.

- Hetta eru nýskipanir, sum vit hava bíðað eftir í alt ov nógv ár, men nú skal røkkast á mál. Talan er um umfatandi og spennandi arbeiði, sum skal gerast í breiðum samstarvi, tvørturum samgongu og andstøðu - og saman við øllum viðkomandi pørtum í samfelagnum, sigur Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðharri.