Hóast nýggi KÍ venjarin, Mikkjal Thomassen skjótt hevur verið í starvi hjá KÍ í 4 vikur, so er tó eingin nýggjur leikari avdúkaður hjá KÍ enn.
Men nú ljóðar, at fleiri profilar kunnu vera á veg til stolta felagið úr Klaksvík.
Keldur hjá Miðlahúsinum vilja vera við, at KÍ er áhugað í at knýta landsliðsleikararnar Jóan Símun Edmundsson og Jónas Tór Næs afturat hópinum, meðan nýggi KÍ venjarin, Mikkjal Thomassen, hevur sum ynski at fáa Evrard Blé til miðvøllin hjá KÍ.
Evard Blé spældi í B36 undir Mikkjal Thomassen í seinnu hálvu av 2013, har Evrard Blé var nýttur sum defensivur miðvallari.
Enn er talan tó bert um leysasøgur, men tað gongur helst ikki long tíð, áðrenn KÍ fer at avdúka onkran nýggjan leikara.