Annika Wardum Joensen er sera fegin um úrslitið av kommunuvalinum í landsins størstu kommunu. Nýggja býráðið er júst farið til arbeiðis, og býtið av nevndarsessum er greitt.
? Grundin til, at vit arbeiða við javnstøðu er, at vit vilja fáa bæði menn og kvinnur at taka støðu til ymisk mál. Bæði innan fyri politikk og onnur øki. Úrslitið av kommunuvalinum ger, at tað nú fer at eydnast í Tórshavnar kommunu, sigur Annika Wardum Joensen.
Hon fegnast um, at tær kvinnurnar, sum vórðu valdar inn í Tórshavna býráð eru so málrættaðar og tykjast at vita, hvat tær vilja.
Hon skýrir hetta sum eitt rollumodell, men undirstrikar samstundis, at hetta als ikki er fyrstu ferð, at slík rollumodell eru í Føroyum.
Kvinnur hava jú rátt fyri borgum í Vestmanna í fleiri ár, og nógvir kvinnurligir borgarstjórar eru og hava verið kring landið.
? So eg haldi faktiskt, at hetta er ein gongd, sum hevur smittað av bygdunum inn í Havnina, og tað er bara at fegnast um, staðfestir Annika, sum eisini hevur fingið góðar vónir um, at hendan gongdin eisini fer at gera sítt til, at fleiri kvinnur verða valdar til komandi løgtingsval.
Hon vísir á, at tað eru fá bygdarráð í landinum í dag, sum ikki hava eina ella fleiri kvinnur, so nú er tað staðfest, at tað ber til hjá kvinnum at sleppa upp í politikk, um tað er tað, tær vilja.
? Høvuðstrupulleikin er helst ikki tann, at tær ikki tíma. Heldur er tað ein spurningur um at tora, og tað trúgvi eg, at tær nú hava sæð. At tað ber til og er ikki nakað at óttast, sigur Annika Wardum Joensen, sum ikki heldur, at lóggáva á økinum er nøkur ynskt gongd.
? Tað allarbesta hevði verið at sloppið undan at lóggivið á hesum økinum, sigur hon at enda.
Myndatxt:
Annika Wardum Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini, væntar avgjørt, at tað fer at síggjast aftur í sjónarvinklunum í viðgerðini av málum, at kvinnur og menn eru eins vælumboðað í teimum ymsu nevndunum í Tórshavnar býráð
Mynd: Jan Müller