Meiri enn ein triðingur av limafeløgunum í Róðrarsambandi Føroya, RSF, helt seg burtur, tá ársaðalfundur var í Havnini fyrrapartin leygardagin. Í RSF eru tríati limafeløg, og av teimum høvdu nítjan umboð á ársaðalfundinum. Luttakaratalið á fundinum knappaðist um hálvt hundrað. Umframt nevndina og tey nítjan limafeløgini, sum vóru umboðað á fundinum, vóru eisini álitifólk hjá RSF, t.d. høvuðsdómarar og startdómarar.
Tað kann ljóða av nógvum, at meiri enn ein triðingur av limafeløgunum ikki møttu á ársaðalfundinum, og í nevndini eru teir sjálvsagt ikki nøgdir við, at fleiri skulkaðu, men so skal eisini skoytast uppí, at í onkrum av feløgunum hevur einki virksemi verið í fleiri ár.
? Tað harmar okkum, tá feløgini ikki eru við til at gera av, hvussu kappróðurin skal laga seg í framtíðini, og tað er ilt at skilja, at feløg, sum eru fyrireikarar av FM róðrum, ikki møta upp.
Hetta sigur Hannis Joensen, formaður í RSF. Á fundinum leygardagin vóru eingi umboð fyri róðrarfelagið á Tvøroyri, sum fyrireikaði jóansøku róðurin í ár, og heldur eingi fyri róðrarfelagið í Vági, sum skal fyrireika róðurin á jóansøku komandi ár.
Missa pengar
Í grein fimm í ásetingunum fyri Róðrarsamband Føroya verður sagt, at feløg, sum ikki møta á ársaðalfundinum, fáa ongar pengar úr Stevnugrunninum.
Í Stevnugrunnin koma fimtan prosent av tí, sum kemur inn í atgongugjaldi á teimum seks FM stevnunum. Hesir pengarnir verða síðani lutaðir út til allar bátarnar, sum í minsta lagi hava luttikið á fimm FM stevnum.
Í reglugerðini fyri grunnin verður sagt, at RSF skal syrgja fyri innan fjúrtan dagar aftan á aðalfundin, at peningurin verður b?ttur út til feløgini, sum hava bátar, ið eiga rætt til part í b?tinum.
? Hetta fara vit at gera nú beinanvegin, og sambært reglarnar fáa tey feløgini, sum ikki møttu á aðalfundinum, einki. Frá ólavsøkuróðrinum fekk Stevnugrunnurin 41 túsund krónur, meðan talið á hinum stevnunum ofta plagar at liggja um einar seks til sjey túsund krónur, sigur Hannis Joensen.
Sambært ástingunum fyri Stevnugrunnin fáa bátar, sum rógva á heimaplássi sínum, ikki lut í b?tinum ta ferðina. Hetta vil við øðrum orðum siga, at havnarbátarnir fáa ikki part í upphæddini, sum á ólavsøku kom í Stevnugrunnin.jh