Fleiri skulu rinda skatt

Skattabyrðan í Føroyum skal útjavnast á fleiri herðar.

Tað var ein boðskapur hjá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum, haðani myndin er.

Samstundis sum at skattatrýstið á lønir í Føroyum er eitt tað hægsta í heiminum, verða tað lutfalsliga færri, sum gjalda skatt til lands- og kommunukassarnar.

Hann hugsar um allar frádráttir og serskipanir, sum eru fyri sjófólk, handverkarar o. fr.

Hann vísir á, at tað eru “bara” 88% av skattgjaldarum í Føroyum, sum fáa sína løn umvegis vanlgiu A skattaskipanin, men 12% eru uttanfyri og hava serskipanir av ymsum slagi.

Hann sigur, at vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum og tí eiga vit at kanna, hvussu skattabyrðan kann útjavnast so at eisini tey, sum hava serskipanir, rinda sín part.

Men hann leggur dent á, at hetta má gerast, uttan at elva til, at fleiri fólk rýma av landinum og akkurát, hvussu tað skuldi skipast, hevur hann ikki nakað boð upp á enn.

Løgmaður sigur, at hetta er neyðugt fyri at fáa ráð til at fíggja allar okkara vælferðartænastur.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sigur, at hetta skal gerast við størsta varsemi fyri ikki at raka fólkini, tí tey arbeiða í eini skipan.

Samstundis staðfesti hann, at vit hava sanniliga eisini brúk fyri teimum føroyingum, sum arbeiddu uttanlands