Fleiri skulu sleppa frá at rinda kringvarpsgjald

Kringvarpið kann saktans klára seg við minni inntøku, heldur løgtingsmaður– og nú skal Løgtingið taka støðu til málið

Virkir og fyritøkur skulu ikki longur rinda kringvarpsgjald. Tað heldur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Og Fólkaflokkurin hevur nettupp lagt uppskot fyri Løgtingið um at samtykkja, at vinnuligar fyritøkur skulu sleppa undan at rinda kringvarpsgjald.

 

Hann legði sama uppskot fyri Løgtingið stutt eftir ársskiftið, men tað varð tað súltað í Løgtinginum og kom sostatt ongantíð so langt sum til atkvøðugreiðslu. Men nú verður so ein roynd gjørd afturat og í hesum sambandi vísir Jørgen Niclasen á, at í Danmark er tað samtykt, at vinnuligar fyritøkur skulu sleppa undan at rinda til danska kringvarpið.

 

– Ein fyritøka er ikki ein persónur, og tí kann ein fyritøka hvørki lurta ella hyggja eftir KVF. Tey einastu, sum kunnu hoyra og síggja KVF í eini fyritøku, eru tey sum arbeiða har og teirra viðskiftafólk. Men tey hava longu øll rindað kringvarpsgjald frammanundan heima við hús, og tí er er eitt slíkt gjald á fyritøkurnar eitt dupult gjald, sum als ikki eigur at vera, sigur løgtingsmaðurin fyri Fóslkaflokkin.

 

Sum lógin er nú, rinda fyritøkur kringvarpsgjald eftir, hvussu nógv tær rinda í lønum. Hugsa vit um handlar, hárfríðkanarstovur, handverkarafyritøkur, og aðrar minni fyritøkur, hava nógv av teimum lønarútreiðslur upp á eina til ríggjar milliónir um árið. Og tað merkir, at tær skulu rinda 7.000 krónur um árið í kringvarpsgjaldi, sigur Fólkaflokkurin. 

 

Hann sigur, at fíggjarligu avleiðingarnar verða, at vinnan sleppur undan einum tyngjandi gjaldi, og at Kringvarpið missur nakrar inntøkur. Men inntøkurnar hjá Kringvarpinum væntast at vera 71,4 milliónir krónur í ár. Í 2015 hevði Kringvarpiði 60,7 milliónir krónur í inntøku og so stóran vøkstur hevur eingin annar almennur stovnur fingið, heldur ikki sjúkrahúsini.

 

– Tí kann tað ikki verða nakar trupulleiki hjá Kringvarpinum at klára seg við minni inntøkum enn 71,4 milliónir krónur, heldur Jørgen Niclasen.