Í gjáramorgunin hevði løgreglan eitt ferðsluátak við Eysturkúlan í Havn, har tey steðgaðu teimum, sum komu í skúla á skutara. Løgreglan sigur, at í hesum sambandi vórðu 17 skutarar tiknir og endamálið var at kanna, hvussu skjótt teir koyrdu. Løgreglan sigur, at av teimum vóru átta skutarar broyttir so at tey koyrdu ov skjótt, og tað verður førarin skuldsettur fyri.
Løgreglan tók pláturnar av skutarunum og fyri at fáa pláturnar aftur, skal eigarin møta upp á Akstovuni við prutlinum og har verður tað so aftur sýnað um tað er í lógligum standi. Annars høvdu allir førararnir tað rætta koyrikortið til skutararnar, teir koyrdu.
Annars hendi eisini eitt ferðsluóhapp tíðliga í morgun á vegastrekkinum ímillum Kvívík og Vestmanna. Har fór ein bilur út av og eldur kom í hann – men førarin slapp úr bilinum við egnari megi.