Tað kostar at koyra ov skjótt, og hjá trimum bilførarum verður tað ein dýrari søga. Fyri tað fyrsta fáa teir stóra bót fyri at koyra ov skjótt, men teir mugu eisini til nýggja koyriroynd – ella taka koyrikortið av nýggjum, tí teir koyrdu meira enn 30 km um tíman ov skjótt.
Tað var tá løgreglan í gjár var úti við lasaranum. Tey máldu ferð á bilum norðeftir úr Havnini. Í Kollafirði, í Sundalagnum og í Eysturoy.
Í Kaldbaksfirði varð ein tikin fyri at koyra 119 km um tíman, sum merkir, at hann fær treytaða frádøming av koyrikortinum. Ein annar var tikin fyri at koyra 110 km um tíman, tað er akkurát undir markinum, men gevur klipp í koyrikortið umframt bót.
Norðan fyri Kollafjørð varð eintikin fyri at koyra 117 km um tíman, sum eisini verður til eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Og millum Fjarða varð ein tikin fyri at koyra 115 km um tíman, sum eisini er ein treytað frádøming av koyrikortinum.
Í Eysturoy var ein tikin fyri at koyra 75 km um tíman í bygdum øki, sum gevur bót og klipp í koyrikortið.
Haraftur tók løgreglan ein fullan mann upp, sum varð lagdur í brummuna at sova rúsin av sær. Síðani varð hann leyslatin.











