Bæði Rescue Vón og Tjaldrið brúktu fleiri tímar í gjár at hjálpa bátum aftur í havn, aftaná at teir vóru steðgaðir upp. Tað upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini.
Fyrsta fráboðanin kom í gjáramorgun, tá ein bátur fekk maskintrupulleikar eystanfyri Suðuroynna og bleiv vaktarskipið Tjaldrið sent at hjálpa bátinum heim.
- Vit fingu fráboðanina 06.42. Tjaldrið var rættiliga langt frá bátinum og vóru ikki frammi hjá honum fyrr enn 13.14. Avgjørt bleiv at sleipa bátin til Tvøroyri og vóru teir har klokkan 19.03, sigur vakthavandi á MRCC-støðini.
Um sama mundi sum Tjaldrið kom á Tvøroyri við bátinum fekk MRCC-støðin eina nýggja áheitan um hjálp, tá ein bátur steðgaði upp á Norðhavinum.
- Vit fingu seinnu fráboðanina um hálvgum átta tíðina í gjárkvøldið og varð heitt á Rescue Vón at hjálpa. Tað tók eisini fleiri tímar, tí teir vóru ikki á Eiði fyrr enn klokkan 05.48 í morgun. Tað tók so langa tíð, tí tað var eitt sindur sjaskut í veðrinum og endin slitnaði, greiðir vakthavandi frá.