Fleiri útbyggingar á Eiði

Eiðis Kommuna hevur fleiri stórarbeiði á skránni í løtuni. Farið er undir at fylla út fyri landingarmiðstøð. Grivið er út fyri skúlaútbygging. Og el- telefon- og vatnveitingarnar verða lagdar av nýggjum um alla gomlu bygdina

Edvard Joensen


Landingarmiðstøð verður bygd á Eiði í næstum. Eiðis Kommuna er farin undir at gera økið til støðina klárt. Fylt verður út í havnarlagnum, har nýggja landingarmiðstøðin skal standa.

Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður, sigur, at talan er um eitt projekt, sum fer at kosta einar tvær milliónir krónur, tá høllin stendur liðug.

Hildið varð ikki, at pláss var fyri einum nýggjum bygningi á gamla havnarlagnum, og tí varð avgjørt at fylla økið út í havnina. Talan hevði annars verið um at seta høllina á øðrum stað á havnarlagnum, men mett varð, at tað fór at verða til bága fyri annað virksemi, sum er á staðnum. Sum er heldur fiskivinnan til í vestara parti av havnini, meðan eystari partur er ídnaðarøki.

Hóast tað er Eiðis Kommuna, sum fer at eiga høllina, verður tað eitt felag, sum er undir stovnan, sum skal reka sjálva støðina. Tað er nevniliga ikki loyvt kommununi at seta pening beinleiðis í vinnuna, sigur bygdarráðsformaðurin á Eiði. Sum skilst eru tað eiðismenn, sum standa aftan fyri felagið, sum skal reka landingarmiðstøðina. Hetta felagið fer so at leiga hølini frá kommununi.

Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður, sigur, at ætlanin er at taka í móti og skilja fisk á staðnum, áðrenn hann verður sendur til virkini, sum keypa. Høllin verður gjørd av betongelementum, sum eru umbiðin frá Elementvirkinum við Gjógv, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi.

Annars er eisini onnur útbygging í gongd á havnarlagnum. Smiðjan hjá partafelagnum Hydro Tech, er vorðin ov lítil og skal byggjast út. Har verður gjørd ymisk útgerð til alivinnuna. Okkurt til vatnorkuútbyggingina hjá SEV við Eiðisvatn. Og ikki at gloyma katamaranarnar, sum teir gera til alibrúkini. So nógv stendur á, at teir um dagarnar fingu tveir skrokkar, sum smíðaðir eru eystanfyri, til at gera lidnar.

Umframt er eisini brævbjálvavirki Tonito nýliga flutt í nýggj høli á økinum.


Eisini skúlaútbygging

Eiðis Kommuna hevur fleiri jørn í eldinum í løtuni. Grivið er út fyri skúlaútbygging. Ætlanin er at byggja upp í skúlan vestureftir, har hondbóltsvøllurin er í dag, greiðir bygdarráðsformaðurin frá. Grivið er út, og tilfarið til byggingina er umbiðið.

Byggiætlanin fevnir um nakrar serstovur, sum sambært skúlalógini skulu gerast. Sum er, er skúlin ov lítil, og onkur serstova er tikin til vanliga undirvísing, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi. Tí er byggingin neyðug.

Umframt verður farið undir eina ítróttarhøll, sum bygd verður upp í skúlan. Talan er um eina høll, sum stendur mát til ein atljóða góðkendan hondbóltsvøll við áskoðaraplássum, greiðir bygdarráðsformaðurin á Eiði frá.

Talan er um eina byggiætlan upp á einar átta - níggju milliónir krónur, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður.

Kommunan fíggjar alt virksemið sjálv, sigur hann. Almenna íløguætlanin fyri kommunurnar loyvir nevniliga ikki lántøku. Men av tí, at Eiðis Kommuna er rímiliga væl fyri fíggjarliga, fer tað at bera til, væntar bygdarráðsformaðurin.

Nýggjar leiðingar

Eisini aðrastaðni á Eiði verður grivið og lagt aftur um dagarnar. Túnini eru grivin upp og leiðingar av ymsum sløgum lagdar av nýggjum.

Hans Jákup í Kollsbyrgi, bygdarráðsformaður, sigur, at allar vatnleiðingarnar í gomlu bygdini trongdu til at verða skiftar út. Hesi gomlu rørini kláraðu ikki meira, sigur hann. Men hann metir, at nýggju útstykkingarnar eru so mikið væl fyri, at tað fer ikki at verða neyðugt at gera nakað har í bræði.

Samstundis, sum grivið varð fyri vatnleiðing, varð samstarv fingið við SEV og Føroya Tele um eisini at leggja teirra leiðingar av nýggjum.

SEV tekur gomlu luftlinjurnar niður og leggur jørðkaðalar um alla bygdina. Mett varð skilagott at gera hetta arbeiðið nú í vetur, tí um summarið verður nógv arbeitt í haganum og á fjøllunum. Arbeiði, sum av góðum grundum er torført at gera á vetrardegi. Eisini Føroya Tele leggur nýggjar kaðalar um bygdina, nú grivið er kortini. Og umframt alt hetta, verða eisini lagdar leiðingar til kaðalsjónvarp. Ella í hvussu so er rør, sum kaðal so seinni kann dragast ígjøgnum, um tørvur verður á tí, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi.

Og tað dámar honum væl, tí so ber til at sleppa undan øllum hesum parabolantennunum, sum eru at síggja allastaðni, sigur hann.

Um aðrar ætlanir, kommunan hevur, sigur Hans Jákup í Kollsbyrgi, at helst verður farið undir at hampa um økið rundan um lítla vatnið niðan fyri bygdina. Hetta er framhald av arbeiði, sum fyrr er gjørt við eitt nú gøtum rundan um vatnið og tílíkum.

Eiði varð í fjør útnevnd best hildna bygd í Føroyum 1999. Og tað er nakað at liva upp til.