Fleiri tingfólk hava havt pápar og abbar í Løgtinginum

Fleiri politikara­børn eru vald á ting – og fleiri koma helst í tingið, tá landsstýrið verður mannað

 

Onkuntíð verður tosað um, at tað ber til at arva løg­tings­sess­ir. Í orðsins rætta týdn­ingi ber tað sjálvandi ikki til, men í fluttari merking ber væl til.
Í nývalda løgtinginum sita 7 fólk, sum hava havt nær­stand­andi familjulimir í ting­i­num – og fleiri eru beint uttan fyri tinggáttina.
Fyrstvaldi á fólka­floks­list­a­num, Beinir Jo­hann­e­sen, er abbasonur Vilhelm Jo­hann­esen, sum var løg­tings­mað­ur frá 1980-2008. Hann er eis­ini bróðirsonur Aksel V. Jo­hannsen, løgmann og for­mann Javnaðarfloksins.
Í Sambandsflokkinum er eing­in, sum í beinari linju eru und­an løgtingslimi. Men Agn­ar Nielsen í Vest­manna, sum umboðaði Sam­bands­flokk­in á tingi frá 1970 til 1990 er abba­beiggi Bárð Niel­sen.
Aksel V. Johannesen í Javn­að­ar­flokkinum er son­ur Vilh­elm Johannesen, sum so­leiðis hevur tveir beinleiðis eft­ir­komarar á tingi.
Ingilín D. Strøm er dóttir Hans Paula Strøm, sum var løg­tings­mað­ur frá 1998-2002 og frá 2008-2011. Hann var eis­ini lands­stýrismaður frá 2004 til 2009.
Nývaldi Djóni Nols­øe Joensen í Javn­að­ar­flokk­i­num er abbasonur Dion Nols­øe í Vági, sum var valdur á ting fyri Javnaðarflokkin í Suðuroyar valdømi í 1958 og sat fram til 1970 - síðsta skeiðið sum varamaður fyri Petur Mohr Dam.
Í Tjóðveldi er Høgni Hoy­dal abbasonur Karst­en Hoydal, sum var lands­stýr­is­mað­ur frá 1962-1966 og løg­tings­maður frá 1966 til 1970.
Kristina Háfoss í Tjóð­veldi er abbadóttir Louis Zach­ar­i­assen, løgtingsmann fyri Sjálv­stýr­is­flokk­in frá 1940-1943 og frá 1946-1950 og sum eisini var lands­stýr­is­maður í fyrsta lands­stýr­i­num frá 1948-1950. Nevnast kann, at Louis Zachariasen varð valdur á javnaðarlistanum í 1946. Sjálvstýrisflokkurin hevði ikki umboð á tingi og stillaði tí upp á Javnaðarlistanum. Eftir valið boðaðu brøðurnir, Louis og Símin Petur Zachariasen frá, at teir nú umboðaðu Sjálvstýrisflokkin.
Annika Olsen, sum stend­ur til at koma á ting sum var­a­fólk, um Fólkaflokkurin kem­ur í landsstýrið, er eis­ini politikarabarn. Pápi henn­ara, Jákup Olsen, var løg­tings­mað­ur fyri Krist­i­liga Fól­k­a­flokkin frá 1994-1998.

So kunnu vit eisini nevna, at Jaspur Langgaard, sum stendur til at koma á ting sum varamaður fyri Sam­bands­flokkin er bróðir Reim­und Langgaard, sum sat sum varamaður fyri Sam­bands­flokkin frá 2011-2015.

Og Uni Rasmussen í Fólka­flokk­i­num er bróðir Joen Magn­us Rasmussen, sum sat sum vara­maður fyri Anniku Olsen seinasta valskeið.

Av teimum, sum ikki vórðu afturvald er Rigmor Dam, sum er abbadóttir Pet­ur Mohr Dam, sum sat á tingi frá 1928-1968 og sum var løgmaður frá 1959-63 og frá 1966-68.

Tað er Hel­ena Dam á Neystabø, sum ikki stillaði uppaftur, eis­ini. Sjúrður Skaale, abba­son­ur Sigfred Skaale, sum var løgtingsmaður fyri Fólka­flokk­in frá 1962-66 og 1970-74. Og Katrin Kallsberg úr Tjóð­veldi er bróðirdóttir An­f­inn Kallsberg, sum var ting­maður frá 1980-2011 og løg­maður frá 1998-2004.