Klokkan 18 fer finski dómarin, Tony Pohjoimäki, at bríksla fyri fyrstu ferð í Sarpugerði.
Í grannauppgerðini millum Víking og NSÍ eru onkrar broytingar, tá ið sammett verður við, hvussu liðini sóu út undan summarsteðginum.
Hjá NSÍ er Øssur Dalbúð ikki við, tí hann er fluttur til ÍF. Høgni Madsen er heldur ikki við. Hann hevur ikki vant seinastu dagarnar, og hann var ikki við í ferðalagnum, tá ið NSÍ var í Tróndheimi og spældi Europa Cup ímóti Rosenborg.
Nýggur í NSÍ er gamli kenningurin Christian Høgni Jacobsen, sum í kvøld fer at spæla í høgra borði í álopunum, sum annars fer at verða mannað við Karoly Potemkin og Hjalgrím Elttør.
Víkinga miðvallarin, Sam Jacobsen, er framvegis knæskaddur, eftir at hann noyddist av vøllinum í Fuglafirði. Magnus Skoralíð hevur verið skaddur. Hann er farin av venja aftur, men hann verður ikki við í dag.
Súni Olsen hevur verið plágaður av bruna í hælsinuni, síðani Víkingur spældi í Streymnesi. Hann hevur ikki vant síðani tá, men hann verður við í kvøld. Zoltan Bukszegi hevur ikki vant tríggjar tær seinastu vikurnar orsaka av vøddaskaða, men hann verður í hópinum í kvøld.
9. mai hevði NSÍ vitjan av Víkingi, og tá fóru gestirnir avstað við øllum stigunum, eftir at teir høvdu vunnið 2-1.