Fleiri vansar enn fyrimunir við tunli

Sandoyingar hava mist vónina um at fáa tunnil, sigur danski skopuningurin, Bent Bruun Hansen

Tað er sjáldan, tú møtir fólki í Sandoynni, sum ikki eru fyri føstum sambandi við meginøkið. Men, leitar tú væl, finnur tú í Skopun 75 ára gamla danan, Bent Bruun Hansen, sum hevur búð í Skopun seinastu átta árini.

 

Hann kom ti Føroya í apríl í 1963 sum mjørkadalsmaður og arbeiddi í Mjørkadali í níggju ár.

 

- Eg havi nú búð í Føroyum í fimmti ár, og eg havi altíð trivist her. Eg stórtrívist eisini í Skopun. Fólk eru fitt og blíð, og eg vitji í Undirhúsinum í bygdini næstan hvønn morgun. Eitt, sum mær dámar serliga væl í Skopun, er, at tú fært altíð fatur á fiski. Eg havi eisini vinmenn, sum eg fái ræstan fisk frá. Eg elski bæði ræstan fisk og ræst kjøt.

 

Bent Bruun Hansen heldur, at sandoyingar hava mist trúnna á, at tey fáa fast samband við meginøkið.

 

- Tað hevur verið tosað og lovað, men einki er hent. Eg haldi ikki, at núlivandi trúgva, at tunnilin fer at koma í teirra tíð.

 

Sjálvur er Bent slett ikki fyri, at tunnilin kemur, tí hann heldur, at vansarnir verða størri enn fyrimunirnir.

 

- Eg skilji væl, at handils-og vinnulívsfólk vilja hava fast samband. Sjálvur stúri eg meiri fyri, at oyggin verður yvirrend av fólki, og at deiligi friðurin tá verður úti. Hinvegin er tað ein sannroynd, at ungdómurin, sum fer av oynni at útbúgva seg, kemur ikki aftur.

 

Bent Bruun Hansen stúrir fyri, at alt resið, sum er inni á meginøkinum, eisini kemur í Sandoynna, um oyggin fær fast samband.

 

- Tað er so nógv ferð á fólki í høvuðsstaðarøkinum. Øll renna og tuska, men her í Sandoynni er so deiliga friðarligt og avslappandi.

 

Tað eru eini 5-6 ár síðan, at Bent seinast var í Danmark, har hann eigur dóttir og abbadóttir, sum nú lesur í Skotlandi.

 

- Tá eg havi verið í Danmark í 10 dagar, vil eg heimaftur, og heim mítt er Føroyar. Eg vitjaði í Danmark á hvørjum ári, tá beiggi mín og foreldrini livdu, men nú eru fá av mínum eftir á lívi, sigur Bent Bruun Hansen.

 

Myndina tók Birgir W. Høgnesen.