Fleiri vard størv

Vit kunnu gleðast um, at arbeiðsloysið í Føroyum er sera lágt, hetta ger, at nógv útlendsk arbeiðsfólk eru her og arbeiða ófaklært arbeiði.

 

Í Føroyum eru nógv fólk, sum av ymsum orsøkum ikki klára at arbeiða fulla tíð, ella sum skulu hava meiri vegleiðing á arbeiðsplássinum enn vanligt er.

 

Hesi fólk eru eitt stórt óbrúkt tilfeingi fyri land okkara, tí tey kundu verið á arbeiðsmarknaðinum í vardum størvum.

 

At hava eitt arbeiði at fara upp til økir um lívskvalitetin, tú fært kensluna av at hoyra til samfelagið, fært starvsfelagar og kemur í samband við nógv fólk.

 

Vit hava eina góða skipan við serbreytum í skúlanum, nú skulu vit fáa fleiri av teimum næmingunum út á arbeiðsmarknaðin eftir lokna skúlagongd.

 

Samfelagið verður nógv ríkari, tá vit øll, við okkara ymiskleikum, møtast úti á arbeiðsmarknaðinum.

 

Um vit uppraðfesta skipanina við vardum størvum fáa vit

 

  • Starvsfólk til størv í vinnum, har arbeiðsmegi manglar.
  • Fólk við øktum lívskvaliteti, tí tey sleppa til arbeiðis.
  • Eitt fjølbroyttari samfelag.
  • Minni tørv á útlendskari arbeiðskraft.

 

 

 

Hesum vil eg arbeiða fyri

 

Fyri teg, meg og Føroyar, eisini teimum við ymsum avbjóðingum.

 

Hendrik Egholm