Leivur fekk ein sigur í fyrsta kappingardystinum í Svøríki

Liðið hjá Leivi Mortensen og Tróndi Mikkelsen vann ein greiðan sigur

Leivur Mortensen hevur nú skotið fyrstu málini í kappingardysti í Svøríki

Nýggja liðið hjá landsliðsleikaranum, Leivi Mortensen, ið framvegis er liðið hjá Tróndi Mikkelsen, Karlskrona spældi í kvøld fyrsta kappingardystin hetta kappingarárið.

 

Talan var um fyrru sekstandapartsfinaluna í svensku steypakappingini móti Anderstorp, ið spælir í triðbestu deildini.

 

Karlskrona vann stórsigur 34-25. Í steðginum var Anderstorp á odda 5-0. Anderstorp slapp at skjóta seks brotskøst undan dystarbyrjan. Í seinna hálvleiki vísti Karlskrona onga náði, og Anderstorp skoraði bert seks mál í seinna hálvleiki.

 

Leivur skoraði síni fyrstu trý kappingarmál fyri Karlskrona. Tróndur var eisini noteraður fyri trý mál í kvøld. 

 

Fríggjakvøldið klokkan 18 spæla liðini seinnu sekstandapartsfinaluna í Karlskrona, har Anderstorp aftur sleppur at skjóta seks brotskøsy undan dystarbyrjan.

 

Karlskrona spælir ikki fyrsta dystin í bestu svensku hondbóltsdeildini fyrrenn 23. september. Teir leggja fyri við dysti á heimavølli móti Alingsås. 

 

 

 

Leivur Mortensen hevur nú skotið fyrstu málini í kappingardysti í Svøríki