Fleiri vilja hava Rossi

20 ára gamli álopsspælarin Giuseppe Rossi er høgt í metum í italskum feløgum. Rossi hevur sáttmála við Manchester United, men hann hevur ikki spælt nógv á besta liðnum hjá felagnum. Nú vilja fleiri italsk feløg gera sáttmála við álopsspælaran. Juventus, AC Milan og Parma verða nevnd millum feløgini, sum eru klár við einum sáttmála til Rossi. Tað sigst, at Parma longu hevur boðið United slakar 70 milliónir krónur fyri Rossi.