Fleiri vilja læra hjá ArtiCon

Tá freistin at søkja um lærupláss hjá ArtiCon var úti, høvdu 35 søkt.

Tá freistin at søkja um tey 10 læruplássini hjá byggifyritøkuni ArtiCon var úti hin 1. mai, hevði felagið fingið ikki færri enn 35 umsóknir.

 

Jón Sigurðsson, stjóri í ArtiCon, sigur, at tey eru sera væl nøgd við, at áhugin fyri læruplássunum, sum felagið bjóðaði út, hevur verið so stórur.

 

- Tað eru ikki bara ungir menn, sum hava søkt. Vit hava eisini fingið umsóknir frá ungum kvinnum, sum hava áhuga fyri at koma í læru hjá okkum.

 

Stjórin vísir á, at talan er um spennandi yrkisútbúgvingar innan betong, jørð- og kloakk, timbur og maskinsmíð.

 

ArtiCon hevur gjørt nógv burtur úr at bjóða hesi 10 læruplássini út, og sambært lýsingini byrja lærlingarnir hjá felagnum hin 1. juni í ár - ella eftir nærri avtalu.

 

Jón Sigurðsson sigur, at ArtiCon frammanundan hevur 26 lærlingar, og tá nýggju lærlingarnir eru byrjaði hjá felagnum, verður talið í minsta lagi 36, kanska fleiri.

 

- Okkara ynski eru, at næmingar, sum søkja um lærupláss hjá okkum, hava áhuga og ídni til verkligt arbeiði, og eg ivist onga løtu í, at tey 35, sum nú hava søkt, eru til dystin fús.

 

Jón Sigurðsson sigur tað ikki vera óhugsandi, at ArtiCon, nú umsøkjararnir vóru so nógvir í tali, kanska fer at taka nakrar fleiri lærlingar inn.