Yvirgangsmaðurin og hópdrápsmaðurin, Anders Behring Breivik, varð mánadagin varðhaldsfongslaður í tólv vikur aftrat. Haraftrat vórðu avmarkingarnar, hann hevur í fongslinum, broyttar frá bræva-og vitjanarforboði til bræva-og vitjanareftirlit. Tað mekir, at Breivik nú kann fáa vitjan, men at hetta verður undir eftirliti av løgregluni.
Løgreglan upplýsir, at tað eru fleiri, sum ynskja at vitja yvirgangsmannin og hópdrápsmannin, men talan er ikki um vinir, ei heldur familju. Løgreglan vil ikki siga, hvørji tey eru, sum vilja vitja Breivik.
- Vit hava fingið áheitanir frá fólki, sum vilja vitja hann, men vit vilja ikki siga, hvørji hesi eru. Tað er ikki familja. Hinvegin hevur Breivik eingi ynski reist um vitjanir. Vit ætla at raðfesta vinir og familju hansara, sigur løgreglan.
Men Anders Behring Breivik ynskir ikki nakra vitjan. Hann hevur nevniliga gjørt greitt, at tað er ikki aktuelt at taka ímóti vitjandi. Breivik hevur sagt, at hann ynskir at hava fokus á "krígsstøðuna", sum hann er í, og at hann ikki ynskir at verða órógvaður av øðrum.
Yvirgangsmaðurin og hópdrápsmaðurin hevur áður reist ynski um, at rættarmálið móti honum verður ført í einum hernaðardómstóli, tí hann metir seg at vera í kríggi við Arbeiðaraflokkin í Noregi.
Longu stutt eftir 22. juli, tá Anders Behring Breivik framdi sinar brotsgerðir, byrjaðu brøv at koma til fongslið og til verjan hjá hópdrápsmanninum, men løgreglan sigur, at hon í hvørjum einstøkum føri fer at taka støðu til, hvørji brøv Breikvik fær at lesa.
Nógv hevur verið frammi um, hvørt fjølmiðlar eiga at gera samrøðu við Breivik ella ikki. Sjálvt um hann teoretiskt sæð nú kann taka ímóti tíðindafólkum, er tað sambært verjanum ikki aktuelt.
- Anders Behring Breivik hevur eisini sagt, at hann fyribils ikki ynskir at tosa við fjølmiðlafólk, sigur verjin, Geir Lippestad.