Flemming heldur ikki fram

Tað verður ikki Flemming Christensen, sum verður venjari hjá ÍF komandi kappingarár. Tað boðar ÍF frá

Samráðingarnar millum Flemming Christensen og ÍF góvu einki úrslit. Umvegis heimasíðuna boðar felagið frá, at tað ikki verður fyrrverandi danski landsliðsleikarin, sum skal venja teir reyðu úr Fuglafirði.
Flemming Christensen, sum var kosin til ársins venjara, sigst hava leitað eftir arbeiði í Danmark umframt, at hann skal hava verið upp á tal í millum annað HB.
– ÍF leiðslan vildi sjálvsagt hava hann at halda fram í felagnum. Hann fór av landinum beint eftir kapp­ingina, fyri at verða saman við familjuni í nakrar dagar, og hugsa seg um, um hann vildi halda fram í ÍF. Flemming hevur tikið støðu til hetta, og tíverri fyri ÍF valdi hann at flyta niðuraftur til Bagsværd, so hann fær brúkt meir tíð saman við familju síni, skrivar heimasíðan hjá ÍF.
Spurningurin er so hvør skal venja ÍF komandi kappingarár, og um ÍF klárar at spenna seg eins nógv út.
ÍF hevur hinvegin tryggja sær, at ársins leikari, Clayton Soares, verður í felagnum komandi kapp­ingarár. Men tað verða fleiri broyt­ingar í hópinum, tí millum annað Jan Ellingsgaard, Uni R. Petersen og Karl Løkin fara av landinum, meðan Jákup Mikkelsen er givin í felagnum.