Flemming og Turið: VÍF vann uppiborið

(Rás2) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Flemming Raben, venjara og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli

VÍF er føroyameistari í hvonndeildini.

 

Tað er staðfest aftaná 22-17 sigurin hjá vestmannakvinnum á kyndilskvinnum í tí triðju FM-finaluni, ið var leikt í Vestmanna í dag. Í steðginum var VÍF á odda 10-7.

 

Agnas Olsen gjørdist toppskjútti hjá VÍF við átta málum. Marianna G. Eystberg gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við fimm málum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við venjaran hjá Kyndli, Flemming Raben, og samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Turið Arge Samuelsen, ið skoraði fýra mál í dystinum í dag.

 

Bæði Flemming Raben og Turið Arge Samuelsen staðfesta, at talan er um eitt fult uppiborið FM-gull. VÍF hevur havt flest streingir at spæla uppá, og Kyndil hevði ikki nóg nógv mótspæl til styrkina hjá VÍF. 

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Marionnu Holm Jacobsen hjá VÍF hoyrist HER

 

Samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran og fimm spælarar hjá VÍF hoyrast HER

 

Hæddarpunkt frá triðju FM-finaluni, ið Tróndur Arge segði frá, og viðmerkingarnar hjá Claus Rasmussen hoyrast HER