Flenna eftir yvirmonnunum á føroysku vaktarskipunum


- Lønin hjá yvirmonnunum hjá vaktar-og bjargingartænastuni er so lág, at norðmenn flenna eftir okkum sigur skiparin á Brimli, sum annars er stak væl nøgdur við nýggja skipið

-Eg kann ikki hugsa mær, at Brimil er bygdur til at blíva liggjandi í Noregi. Tí vóni eg, at tað finst ein loysn á lønarósemjuni heilt skjótt.

Jákup Múller verður annar skiparin á nýggja vaktar- og bjargingarskipinum Brimli, og fáur man vóna meiri enn hann, at Fíggjarmálastýrið og manningarfeløgini finna eina semju í trætuni um lønina hjá teimum, sum skulu sigla við Brimli.

Men sjálvur heldur hann, at tað kunnu ikki vera fleiri meiningar um, at lønin hjá Vaktar- og bjargingartænastuni er alt ov lág.

Nú hevur hann verið í Noregi eina tíð og tað slepst ikki undan, at hann hevur tosað við norskar starvsfelagar sínar, eisini um støðuna, sum hevur tikið seg upp ímillum manningarfeløgini og fíggjarmálastýrið.

- Tá ið eg sigi teimum, hvat vit fáa í løn, hava teir hug at flenna eftir okkum, sigur Jákup Múller bart út.

Hann sigur, at byrjunarlønin hjá einum skipara umborð á Tjaldrinum er ikki meiri enn 22.038 krónur um mánaðin og endalønin er 23.408 krónur.

-- Hetta er ikki meiri enn tað, sum starvsfelagir mínir, sum sigla við útlendskum skipum, hava eftir, tá ið skatturin er goldin, tí tað er ikki óvanligt at ein skipari, sum vit kunnu samanbera okkum við, liggur upp ímóti 40.000 krónum um mánaðin.

Og hann heldur, at hóast lønarkrøvini tykjast at vera stór í prosentum, so tað tað metast eftir, hvørjum prosentini verða roknað útfrá.

-Eg haldi ikki, at lønarkrøvini eru burturvið, sigur hann.

Hann heldur eisini, at tað er ein spurningur um at finna eitt lønarlag, sum ger, at menn støðast umborð.

-Hetta er eitt ógvuliga framkomið skip og tað er ein stórur fyrimunur at hava roynt fólk umborð, tá ið á stendur. Men tað fáa vit ikki sum er.Tvørturímóti er gjøgnumtrekkurin sera stórur, og nú er Vaktar- og Bjargingartænastan blivin eitt stað, har ungir, dugnaligir sjómenn bara fara umborð at sigla, ímeðan teir bíða eftir einum ordiligum kansi, tí eftir sjómansskúlan hava teir ikki ráð at sigla fyri lønina, teir fáa her umborð.

Hann sigur, at ósemjan um lønina hjá teimum, sum sigla við Brimli, er ikki nýggj.

- Seinast, vit samráddust um sáttmála, varð tað eisini ført fram, at semjast skuldi fáast um lønina á Brimli. Men tá vildi landsstýrið ikki taka málið upp, men vildi bíða, til Brimil kom. Nú er Brimil her, men nú vil landsstýrið aftur bíða til næstu samráðingar, sigur Jákup Múller.