Í flestu førum gekk tað soleiðis, sum tað kundi roknast við í Onglandi í dag. Toppliðini vunnu øll uttan tvey.
Annað undantakið var Southampton, sum tapti fyri fjórðu ferð á rað, og sum ikki hevur vunnið fimm tær seinastu ferðirnar. Hesa ferð tapti Southampton 1-0 á útivølli ímóti Burnley, ið akkurát er omanfyri niðurflytingarstrikuna. Eftir sera sannførandi byrjan upp á kappingarárið er Southampton nú dottið aftur á fimta plássið
Hitt undantakið var West Ham, sum ikki megnaði meiri enn 1-1 á útivølli ímóti Sunderland, sum er í niðurflytingarvanda. Í West Ham leguni var misnøgdin stór, tí upptøkurnar vístu, at heimaliðið filmaði seg til brotssparkið, ið bar útjavnandi málið við sær. West Ham hevði annars vunnið tríggjar tær undanfarnu ferðirnar, og London liðið er á fjórða plássi.
Bæði Chelsea og Manchester City, sum eru ávikavíst fremst og næstfremst, vunnu fulla úrtøku. Chelsea hevur vunnið allar heimadystirnar, og í dag var talan um 2-0 heimasigur á Hull. Mancester City vann 1-0 í Leicester. Hetta var sjeynda ferðin á rað í landskappingini, at City fór av vøllinum við úrtøku – seks sigrar og ein javnleikur.
Undan innanhýsis uppgerðini í dag høvdu bæði Arsenal og Newcastle 23 stig. Arsenal vann í dag 4-1, og harvið togaði London felagið, sum hevur verið nógv upp og niður, seg upp á sætta plássið. 30 ára føðingardagsbarnið Santi Cazorla og Oliver Giroud skoraði tvær ferðir í part fyri Arsenal.
Stóri dysturin í morgin verður klassikarin millum Manchester United og Liverpool. Tá ið tað ikki eydnaðist Southampton at vinna úrtøku í dag, og tá ið West Ham bara vann eitt stig, so hevur United í morgin møguleika at styrkja um støðuna á bronsuplássinum.
Sunderland-West Ham 1-1
Leicester-Manchester City 0-1
Crystal Palace-Stoke 1-1
Chelsea-Hull 2-0
West Bromwich Albion-Aston Villa 1-0
Burnley-Southampton 1-0
Arsenal-Newcastle 4-1
Í morgin
Manchester United-Liverpool
Swansea-Tottenham
Mánakvøldið
Everton-Queens Park Rangers
Støðan
Chelsea 39
Manchester City 36
Manchester United 28
West Ham 28
Southampton 26
Arsenal 26
Newcastle 23
Swansea 22
Liverpool 21
Tottenham 21
Stoke 19
Aston Villa 19
Everton 18
West Bromwich Albion 17
Sunderland 16
Crystal Palace 15
Burnley 15
Queens Park Rangers 14
Hull City 13
Leicester City 13
Øll liðini uttan tey, sum skulu spæla í morgin og mánakvøldið, hava spælt sekstan dystir