Seinastu árini eru komnir nakrir prestar, sum taka sær av rættinum, ið teir hava, til at nokta at gifta upp aftur fólk, sum eru fráskild.
Nógv orðaskifti hevur verið um hetta, nú seinast innsetti presturin alment hevur boðað frá, at hann ikki vil víga fráskild.
Sosialurin hevur spurt flestu prestarnar í landinum, hvat teir siga til henda spurning.
Prestarnir, sum ikki hava trupulleikar við at víga fráskild, aftra seg ikki við at siga tað. Onkur sigur seg gera tað gjarna, nakrir siga, at teir eru ikki settir at vera dómarar, og at ta, sum um ræður er, at hjún eru góð við hvørt annað.
Teir prestarnir eru: Jógvan Fríðriksson, bispur, Uni Næs, dómpróstur, Jónsvein Bech, Meinhard Bjartalíð, Inga Poulsen Dam, Jákup Reinert Hansen, Martin Restorff Jacobsen, Elsa Funding, Heri Joensen, Sonja Klein, Patrick de Neergaard, David Johannesen, Magnus Brahé Jørgensen, Ann Dahl Hansen og Theodor E. D. Olsen.
Emil Olsen er burturstaddur. Sum skilst vígir hann eisini fráskild.
Hvørja støðu Hanus á Gørðum hevur, er ógreitt, tí hann hevur ikki verið at hitt í dag.
Bergur Debes Joensen vil ikki svara, tí hann sigur tað vera eitt innanhýsis mál í kirkjuni.
Sverri Steinhólm vil heldur ikki svara.
Derhard Olsen segði greitt í útvarpinum, at hann ikki vígir fráskild.
Símun P. Jacobsen dámar einki henda spurning.
– Eg havi onga viðmerking til slíkt tvætl, sigur hann.