1. Vísið stóran ans fyri reinførinum undir fletting. Tað er av serstakliga stórum týdningi, at kjøtið ikki verður dálkað av skarni.
2. Útgerð og klæðir, ið hava verið nýtt til fiskaarbeiði, mugu ikki nýtast, tá flett verður.
3. Krovið eigur at verða hongd í hjallin sum skjótast, so tað kølnar, og luft sleppur at tí.
4. Kjøt eigur ikki at verðahongt upp at turka, um tað er heitt, vátt og stilt í veðrinum.
5. Turt kjøt skal goymast kalt.
Til. pkt. 1: Hervið kemur so lítið av bakterium sum gjørligt til kjøtið. Kjøtið er frá byrjan av so at siga bakteriufrítt, meðan t.d. vil og ull hava eina ørgrynnu av bakterium. Um Clostridium botulinum, ið kann elva til botulismu, er til staðar, finst hon fyrst og fremst í vilunum og á ullini.
Til pkt. 2: Í Føroyum hava vit havt fleiri tilburðir av botulismu orsakað av Clostridium botulinum typu E í skerpikjøti. Henda typan er í øðrum londum einamest sett í samband við fiskavørur. Sannlíkt er, at bakteriur við uppruna í fiski, kunnu dálka kjøt og verða orsøk til botulismu.
Til pkt. 3, 4 og 5: Um tú fert væl um undir flettingini, er vandin sera lítil fyri, at Clostridium botulinum er til staðar í kjøtinum, tá tað verður hongt upp. Tó er tað ógjørligt at vera 100% vísur í at bakterian ikki er til staðar í kjøtinum. Tí er umráðandi at forða fyri at hon fær umstøður til at nørast og framleiða eitur. Fyri at bakterian skal nørast og framleiða eitur, skulu m.a. hesar treytir vera:
?Serliga vandamikið er, tá hitin er millum 22 og 30oC. Tess longur hitin fer niður um 22oC, tess seinni nørist bakterian. Tá hitin fer niður um 3,3 hitastig, kann bakterian als ikki nørast. Kjøt eigur tí ikki at verða hongt upp í vánaligum terra.
?Bakterian nørist bert, har eingin luft (súrevni) sleppur at. Luft eigur tí at sleppa at kjøtinum. Hetta forðar í stóran mun fyri vøkstri av Clostridium. Tó er møguleikin fyri vøkstri í minni mun til staðar, av tí at samalað bakteritalið ofta er so høgt, at tað fær súrevnisnøgdina at falla so nógv í støðum, at clostridiur kunnu vaksa. Eisini hevur tað týdning, at um tú fert nakrar millimetrar inn í kjøtið, er súrevnisnøgdin so lág, at clostridiur kunnu vaksa. Umráðandi er, at kjøt ikki verður goymt í lufttøttum ílati so sum plastikkposa, serliga har ov heitt er.
?Tess turrari kjøtið er, tess verri gerast umstøðurnar hjá Clostridium botulinum. Vandin fyri vøkstri er sostatt størstur teir fyrstu 1-2 mánaðirnar, kjøtið hongur í hjallinum. Nakrar fyribils kanningar hava víst, at kjøt, sum hongur á miðjum oktober til miðjan januar, er ov turt til at Clostridium botulinum kann klára seg. Tó skal dentur leggjast á, at hesir kanningar eru gjørdar eitt ávíst ár í einum ávísum hjalli. Eisini er munur á, hvussu turt fólk ynskja kjøtið. Sum oftast er tað soleiðis, at eiturið verður framleitt meðan kjøtið er feskt, serliga um tað hongur í einum heitum rúmi. Um Clostridium botulinum kann vaksa og framleiða eitur í kjøti, ið er vorðið turt, vita vit ikki við vissu. Eftirsum terrin er skiftandi frá ári til ár og frá hjalli til hjall, er tað best at binda um heilan fingur og eisini goyma kjøtið kalt eftir at tað er turt - í hvussu er um tað skal goymast yvir eitt longri tíðarskeið.
- Sum heild hevur reinførið í samband við fletting og hagreiðing av kjøtinum stóran týdning, tí jú færri bakteriur eru til staðar frá byrjan av, jú minni verður vandin.
Botulisma stendst av, at bakterian, ið nevnist Clostridium botulinum, ger eitt slag av nervaeitri. Hetta eiturevni lammar vøddarnar í kroppinum og er í ringasta føri lívshættisligt.
Umráðandi er at fáa læknahjálp sum skjótast, um ein hevur illgrund um botulismu. Vert er at leggja dent á, at um so er, at fleiri fólk hava etið sama mat, kann tað kortini koma fyri, at bert ein verður sjúkur. Sjúkan kann byrja við, at ein kennir seg ússaligan og spýr, serliga tá talan er um Clostridium botulinum slag E. Sjúkueyðkennini koma oftast 6-36 tímar eftir, at tann eitraði maturin er etin.
Sjúkueyðkenninni kunnu vera hesi:
?lamningur av eygnavøddum við dupultsjón ella ringari sjón og hangandi eygnalokum
?eygu og muður gerast turr
?spýggja kann vera, serliga tá talan er um slag E
?ilt við at tosa og svølgja
?lamningar av vøddum, andadráttur gerst tungur, og ein orkar ikki at standa
?vanliga er ongin fepur.
Í útlondum stendst botulisma av niðursjóðaðum grønmeti ella frukt, fiskavørum (saltaðiðursjóðaðar, royktar, tur ella ráar), og onkrir tilburðir hava staðist av ymsum kjøtrættum. Pinkubørn, sum eru undir 1 ára gomul, kunnu fáa botulismu av hunangi. Í Føroyum hava verið fleiri tilburðir av botulismu orsakað av skerpikjøti.
Yvirhøvur eitur matur, sum ikki luktar sum hann skal ella sær út sum hann skal, at verða beindur burtur. Matur úr bólgnaðum dósum eigur ongantíð at vera etin. Eingin fær tó vart seg til fulnar, tí at ofta gongur onki óvanligt at matinum, ið er eitraður siga Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Landslæknin í tíðindaskrivi.