Mjølnir rennur undan, og ongin ivi er um, at klaksvíkingar vinna seg í FM-finaluna hjá monnum í flogbólti.
Tó er javnt og spennandi stríð millum SÍ, ÍF og Fleyr um hitt FM-finaluplássið.
SÍ hevur 12 stig, ÍF hevur 10 stig og Fleyr hevur átta stig.
Í kvøld klokkan 20 tekur Fleyr móti SÍ í høllini á Hálsi í Havn. Fleyr hevur illa ráð at tapa. Vinnur SÍ 3-1 ella 3-0 verða sjey stig hjá Fleyr upp til seinna FM-finaluplássið.
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum millum Fleyr og SÍ á FM1.
Samrøður við umboð fyri Fleyr og SÍ koma út á in.fo aftaná dystin.