Fleyr vann toppdystin

Bæði hjá kvinnum og monnum í flogbólti er líkt til, at Fleyr endar í FM-finalunum ímóti ávikavist Mjølni og ÍF

Kvinnurnar hjá Fleyr tóku í gjár í Gundadalshøllini í Havn ímóti Drátti, sum er eitt av hinum liðunum, ið liggur framvið at sleppa úr miðjuni og upp á toppin. Fyrsta settið vann Fleyr so mikið sannførandi, at tað kundi sæð út til, at hetta skuldi blíva ein lættur dystur, men so var ikki.
Dráttur kom væl við og var so avgjørt við til at seta sín dám á uppgerðina, sum annars var merkt av góðum spæli og fáum feilum, og tað endaði við, at heili fimm sett máttu til, áðrenn Fleyr hevði vunnið og staðfest støðu sína sum fremsti avbjóðarin til oddaliðið á stigatalvuni.
Eitt annað lið, sum eisini hevur bjóðað dúgliga av í vetur, er KÍF, men hesaferð fekst einki burturúr, tí úr Klaksvík fóru kollfjarðakvinnur tómhentar heimaftur, eftir at tær høvdu tapt 0-3 fyri Mjølni, ið sostatt varðveitti munin niður til Fleyr.
Triðja liðið, ið hevur roynt at barst seg heilt fram, er TB, sum leygardagin vann 3-1 á Ternuni, og tað gjørdi, at TB nú er triðfremst. So er spurningurin, um TB fer enn longur, tí liðið eigur ein heimadyst á, sum er tann ímóti Fleyr, ið skuldi verið spældur síðst í januar, men sum nú verður avgreiddur 23. februar.

SÍ dragnar
Eisini hjá monnunum liggur Fleyr væl fyri til at koma í FM-finalurnar, har ÍF óivað má sigast at eiga annað plássið, so leingi hini liðini ikki fáa fatur í fuglfirðingunum. Leygardagin var ÍF á vitjan hjá SÍ í Sørvági, og har vann oddaliðið 3-1 í dystinum, ið má sigast at vera eitt slag av aðalroynd undan steypafinaluni millum somu lið leygardagin.
Samstundis sum ÍF styrkti sær um støðuna á oddasessinum, merkti úrslitið, at tað verður uppaftur tyngri hjá SÍ at sleppa upp í part, tí fimm stig eru nú upp til Fleyr á næstfremsta plássinum. Fleyr vann 3-0 á Mjølni, uttan at fáa ta stóru mótstøðuna, burtursæð frá øðrum setti, og tískil síggja menninir úr Havn út til at brynja seg út til sína fyrstu FM-finalu nakrantíð.

Eikligan, kvinnur
TB-Ternan 3-1 (25-12, 25-27, 25-12, 25-15)
Mjølnir-KÍF 3-0 (25-17, 25-14, 25-14)
Fleyr-Dráttur 3-2 (settúrslit mangla)

Eikligan, menn
SÍ-ÍF 1-3 (settúrslit mangla)
Mjølnir-Fleyr 0-3 (17-25, 23-25, 16-25)