Fleyr við í toppinum

Fleyr er nú um at lyfta seg upp móti toppinum, har tær aloftast hava verið vanar at vera, tó at avrikini seinastu árini als ikki hava bent á nakra veruliga oddastøðu

ÍF ? Fleyr 2 ? 3 25-20, 25-22, 20-25, 23-25, 13-15


Flogbóltur

Meistaradeild kvinnur


ÍF og Fleyr spældu ein sera spennandi dyst á Kambsdali sunnudagin. Hetta eru tvey av liðunum, sum dystast um 3. plássið í deildini. Men við sigrinum hevur Fleyr framvegis samband við toppin, og tveir teir næstu dystirnir hjá Fleyr eru ímóti Mjølni og Drátti í Gundadalshøllini.

Í hesum dystinum var javnt mestsum alla tíðina. ÍF kom tó betur frá byrjan í tveimum teimum fyrstu settunum, men Fleyr kom fyri seg og vann leiðsluna inn aftur. Hjá ÍF var Helen á Lakjuni serliga sjónsk. Hon spælir á miðjuni, og hevði hon nógv skjót álop, sum Fleyr ikki megnaði at steðga. Álopsspælið hjá ÍF var ikki so nógv burtursæð frá Helen. Roynt varð við lobbum, og annars við góðum verjuspæli, og tað eydnaðist væl.

Hjá Fleyr hevur gingið sera væl seinastu dystirnar, og skilligt var, at liðið vildi vinna. Leikararnir kempaðu fyri hvønn bólt, og teir trupulleikar, sum vóru fyrst í kappingarárinum, eru nú burtur.


ÍF væl frá byrjan

ÍF setti seg á dystin beinanveg. Í fyrsta settinum vóru kvinnurnar úr Fuglafirði væl frammanfyri alt settið. Sama gongdin var í øðrum setti, men nú var Fleyr á veg inn í dystin. Blokkurin var um at fáa takið á Helen, og álopsspælið hjá Fleyr kom í sving.

Tí var tað als ikki løgið, at Fleyr í 3. setti tók seg frá ÍF. Í hesum settinum sást, at dysturin var um at venda. Fleyr hevði góða spælið frammi, og ÍF gjørdi nógv mistøk. Móttøkurnar vóru ikki nóg góðar, og álopsspælið ikki nóg avgjørt.


Spenningurin í topp

ÍF kom skjótt aftur á beina kós, og í 4. setti sá alt út til at skula eydnast. ÍF niðurspældi Fleyr og eftir stuttari løtu var støðan 11-2 til ÍF. Hetta var gongdin langt út í settið, men so koppaði alt. Fleyr bardi seg inn aftur í dystin, og ÍF fall í fátt. Tær blakaðu leiðsluna fyri borð, og Fleyr kom upp á støðuna 23-23. Tvær góðar servur løgdu grundarlagið undir, at Fleyr tók 4. settið, og nú kundi alt henda.

5. settið byrjaði væl hjá Fleyr, og tá ið liðini skiftu síðu, var støðan 8-3. Men ÍF gavst ikki so, og rættiligur spenningur kom nú í. Støðan var 13-13, og nú ráddi um ikki at gera mistøk. Fleyr átti servuna. Hon eydnaðist væl, og Fleyr vann seg fram til dystarbólt. Servan hesaferð eydnaðist betur enn tann fyrra. Bólturin fór langt aftur á vøllin. ÍF-kvinnurnar hildu bóltin vera úti, og lótu hann tí fara, men dómarin dømdi bóltin at vera inni, og sostatt vann Fleyr dystin.

Kvinnurnar í ÍF vóru sum vera man ógvuliga skuffaðar eftir dystin. Tær tóku ikki møguleikan tá ið hann var har, og tí mistu tær alt. Fleyr strýkur avstað, og kunnu í teimum næstu dystunum rættiliga gera seg galdandi.