Fyrr í dag vann Fleyr bólk 2 í steypakappingini hjá kvinnum við einum 3-0 sigri á KÍF í Kollafirði. Fleyr vann settini 25-21, 25-17 og 25-19.
Fleyr vinnur bólk 2 við seks stigum. Nummar tvey er Mjølnir við trimum stigum og aftast er KÍF við ongum stigi.
KÍF mátti vinna 3-0 á Fleyr fyri at koma víðari til hálvfinalurnar.
Aftaná dystin gjørdi Hilmar Jan Hansen eina beinleiðis samrøðu á Rás2 við tvey umboð fyri Fleyr, Súsannu Ludvig og Kristinu Knudsen.
Súsanna Ludvig og Kristina Knudsen fegnast um 3-0 sigurin á KÍF, men tær staðfesta, at tær mundu mist triðja settið, tí tær steðgaðu upp, og góvu intiativið yvir til KÍF mitt í settinum. Súsanna og Kristina halda, at Fleyr hevur eitt gott lið, og ein breiðan hóp har aðrar kunnu traðka til tá á stendur.
Tað var nóg mikið hjá Fleyr at vinna eitt sett fyri at koma víðari til hálvfinalurnar, men tær vildu sera gjarna vinna dystin í Kollafirði.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Súsannu Ludvig og Kristinu Knudsen hjá Fleyr aftaná 3-0 sigurin á KÍF.