Fljóð ljóð um alt landið

Í hesum døgum ferðast tónleikabólkurin, Fljóð ljóð, kring landið og hevur skúlakonsertir.

Hetta er liður ið fyrireikingini til konsertferð teirra til Italia, 16-20 mai.

Har skulu tær umboða Føroyar á einum evropeiskum musikkskúlafestivali ið nevnist Allegro Mosso.

Tær skulu spæla konsert í Bellaria Igea Marina Torre Saracena, Cortile og Forli Palazzo S. Giorgi.

Fljóð ljóð er bólkur, samansettur av musikkskúlanæmingum úr ymiskum musikkskúlum í landinum.

Alda S. Lamhauge á floytu er úr Tórshavnar musikkskúla, Bjørg Elttør á floytu er úr Klaksvíkar tónlistarskúla, Mary Fredriksberg á floytu er úr tónlistaskúlanum í Eysturkommunu, Sólja H. Poulsen á floytu er úr musikkskúlanum í vágum og Sólja Hansen á Cello er úr Fuglafjarða musikkskúla.

Tær hava øvað saman seinastu fimm mánaðarnar. Staðið fyri venjingunum og fyrireikingunum hava Eirikur Skála, Jens Christian Guttesen, Katja Volovelskaja og Súsanna Joensen.

Tónleikurin ið tær spæla eru verk útsett júst til hendan bólk. Tónaskøldini eru: Atli Petersen, Magnus Johannesen, Ólavur Jøkladal, Kára Bæk og Paula í Sandagerði.

Høvið verður at hoyra Fljóð ljóð tá ið tær spæla á Matiné í Havnar kirkju leygarmorgunin klokkan 11.30.