Flogbóltslandslið uttan altjóða avbjóðingar komandi árini

OYGGJALEIKIR: Einasta altjóða avbjóðingin hjá álendingum í flogbólti eru oyggjaleikirnir. Eingin flogbóltur verður komandi leikirnar

 

Í Álandi er áhugin stórur fyri flogbólti, og saman við Saareema og Føroyum hava álendingar myndað oddin í oyggjaleikaflogbólti.

 

Men nú er vandi fyri, at eingin altjóða avbjóðing verður fyri flogbóltin í Álandi í upp til seks ár. Áland og Saareema hava ikki altjóða viðurkenning eins og Føroyar, og eru oyggjaleikirnir einastu avbjóðingarnar teirra landslið hava.

 

Leikandi venjarin hjá álendska manslandsliðnum, Aldis Jaundzeikars og liðskiparin, Mikael Donning siga í samrøðu við álendska kringvarpið, at tað er eitt stórt afturstig fyri álendskan flogbólt, at flogbóltur ikki verður ein ítróttargrein á oyggjaleikunum í Gibraltar í 2019, og kanska heldur ikki verður ein ítróttargrein á oyggjaleikunum, sum verða á Guernsey í 2021. Mikael Donning sigur seg ikki skilja, at ein so stór oyggjaleikaítróttargrein bara verður útistongd frá oyggjaleikunum. Hann staðfestir, at tað verður sera soltið at verða ein álendskur flogbóltsspælari tey komandi seks árini.

 

Føroyisku flogbóltslandsliðini koma framvegis at hava altjóða avbjóðingar í EM og HM-undankappingum, og í altjóða smálandakappingum, so afturstigið verður ikki líka stórt fyri Føroyar, men kortini eitt afturstig, at møguleiki ikki er at fara á oyggjaleikir aftur fyrrenn kanska um seks ár. 

 

Í allari neyðuni gleða Aldis Jaundzeikars og Mikael Donning seg til leikirnar í Gotlandi, har Áland spælir ímóti Guernsey í morgin, ímóti Gotlandi mánadagin, og ímóti Føroyum týsdagin. Fyri Aldis Jaundzeikars og Mikael Donning er eingin ivi um, at Føroyar er tann størsta og mest spennandi avbjóðingin í bólkaspælinum. Aldis Jaundzeikars og Mikael Donning meta, at Føroyar hava eitt eins sterkt lið, sum á seinastu leikunum á Jersey, tá Føroyar vunnu silvur.