##med2##
Í morgin verður ein stórur flogbóltsdagur. Hálvfinalurnar í steypakappingini verða spældar soleiðis leygardagin 8. februar 2020 í Badmintonhøllini í Klaksvík:
KVINNUR:
Kl. 13.00 MJØLNIR - KÍF
Kl. 15.00 SÍ - DRÁTTUR
MENN:
Kl. 17.00 FLEYR - SÍ
Kl. 19.00 MJØLNIR - ÍF
Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá øllum dystunum á FM1. Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.
Seinnapartin sendi Óli G. Samuelsen sendingina Flogbóltspanelið úr Badmintonhøllini í Klaksvík. Gestir vóru formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen og formaðurin í Mjølni, Jóhann Lützen.
Evnini vóru leikaraloyvi hjá útlendskum spælarum og flogbólts-steypafinalurnar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.