Flogbóltssambandið skipar fyri venjaraskeiðum

Sjálvt um landskappingin í flogbólti júst er endað, er longu farið undir fyrireikingarnar til næsta kappingarár. Í tí sambandi skipar Flogbóltssamband Føroya fyri ymsum venjaraskeiðum. Tey fyrstu ? barnavenjaraskeiðini ? vera longu fyrst í mai mánaði

Flogbóltur

Kappingarárið er ikki meira enn endað fyrr enn Flogbóltssambandið er farið undir fyrireikingarnar til næsta kappingarár. Hetta sæst við, at FBF nú býður teimum, sum hava hug at nema sær venjaraútbúgving, at koma á skeið hjá tveimum dønum.
Skeiðini, sum FBF býður út hesaferð eru »barnavenjaraskeiði« og »T1« og »T2«, og tey eru ein liður í venjaraútbúgvingini, sum FBF hevur í samstarvi við danska flogbóltssambandið. Danir hava lagt venjaraútbúgvingina til rættis í samráði við hálendska flogbóltssambandið, av tí at hálendska landsliðið er millum tey fremstu í heiminum.
Tað vera teir báðir Jan Pilsmark og Peter Morell, sum fara at undirvísa á skeiðunum. Teir eru báðir settir skeiðsamskiparar og undirvísarar hjá DVBF, og tað eru eisini teir, sum hava gjørt tilfarið, sum undirvíst verður eftir.
Fyrsta skeiðið, sum fer av barkastokki, verður »barnavenjaraskeiðið«. Tað verður hildið fríggjadagin 10. og leygardagin 11. mai, meðan »T1« og »T2« skeiðini vera hildin í september.
Sum sagt verður »barnavenjaraskeiðið« longu vikuskiftið 10. og 11. mai og møtt verður á Eysturskúlanum klokkan 17.30. Undirvísingin byrjar klokkan 18.00 og hildið verður á til klokkan 22. Byrjað verður aftur leygarmorgunin klokkan 9.00 og tá verður hildið á til klokkan 19.00.
Tey, sum hava hug at vera við til skeiðini, hava enn møguleika at boða frá luttøku. Seinasta freist er nevniliga í dag, týsdag, tann 9. apríl, klokkan 18.00.
Tilmeldingin, sum er bindandi, fer fram á hesum støðum: Hjá FBF á telefon 318766 ella fartelefon 218766 og hjá Klæminti Isaksen á telefon 319657.
Tey, sum vilja vita meira um venjaraútbúgvingina kunnu fáa fleiri upplýsingar við at vitja inn á heimasíðuna hjá danska flogbóltssambandinum. Adressan til ta heimasíðuna er www.volleyball-dvbf.dk. Við at velja teigin »Volleyball« kemur tú inn á eina nýggja síðu. Í vinstra borði standa nakrir valmøguleikar. Vel »Træneren« og tú fært meira at vita um venjaraútbúgvingina.