Sørvingar eru í mansfinlauni í steypakappingini í flogbólti. Í einum sera spennandi dysti vann SÍ í kvøld 3-0 á ÍF, og harvið pláss í steypafinaluni 25. februar.
Beinleiðis stroyming: Trýst á pílin á myndini
Fysta settið var sera javn. Eftir at SÍ hevði verið á odda meginpartin av settinum, kom ÍF framum móti endanum. Tað var tó ikki nokk, og SÍ vann spennandi settið 26-24.
Í øðrum setti var størri munur og SÍ vann trygd 25-19. Triðja settið hevði alt, sum eitt sett í flogbólti kann hava. Spenning, skiftandi oddalið, feilir, trætur og mangt annað.
Endin varð, at SÍ vann 31-29 og harvið dystin 3-0. Nú er bert seinasta finalan eftir – hon er millum Fleyr og Ternuna og byrjar kl. 19.00.