Flogbóltur: U17-genturnar skulu spæla um bronsuna

Føroyska U 17 landsliðið hjá gentum tapti 3-0 ímóti

Føroyska U 17 landsliðið hjá gentum tapti 3-0 ímóti Danmark í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark. Eftir at hava vunnið á Íslandi í morgun 3-1, megnaði liðið ikki at vinna á Danmark, sum var betra liðið í dystinum í dag.

 

Les eisini: So gekk ikki longur hjá dreingjunum

 

Eftir at hava vunnið á Svøríki og Onglandi í bólkaspælinum, so skal føroyska U17-landsliðið í morgin spæla um 3. plássið móti Noreg. Dysturin byrjar klokkan 10. Noreg tapti í dag greitt ímóti Finnlandi 3-0. Finalan í kappingini verður ímillum Finnland og Danmark.

 

Síggj allar dystirnar beinleiðis HER

 

Spælararnir á U17-gentulandsliðnum eru:

KÍF:

Zoe Elisabeth Dickson

 

Fleyr:

Vár Rajani Færø

Barbara Káradóttir Durhuus

Bjarta Jákupsdóttir

 

SÍ:

Inga Helena Henriksen

Janna Falkvard

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

 

TB:

Johanna Christiansdóttir

 

Úr Danmark:

Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)

Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)

Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)

Jakobina Joensen (fyrr KÍF)

 

Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen.