Føroyska U17-landsliðið hjá gentum hevur í kvøld vunnið 3-1 á Onglandi. Úrslitið merkir, at Føroyar blíva nummar tvey í bólkinum og skulu spæla móti Íslandi í fjórðingsfinaluni. Settúrslitini vóru 25-18, 15-25, 25-23 og 25-21.
Les eisini: Vunnu greitt á Svøríki
Hetta var annar sigurin hjá U17-gentunum í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark. Í gjár spældi liðið móti Finnlandi. Tá taptu tær 3-0 við settunum 15-25, 22-15 og 18-25. Fyrr í morgun var mótstøðuliðið Svøríki, sum tær eisini vunnu 3-1 á. Sostatt gjørdist Føroyar nr. 2 í bólkinum aftanfyri Finnlandi.
Allir dystirnir síggjast beinleiðis við at trýsta HER
Í hinum bólkinum eru Damark, Ísland, Norra og Grønland, og har gjørdist Danmark vinnari, nr. 2 Noreg, nr. 3 Ísland og aftast Grønland. Fjórðingsfinalan móti Íslandi verður í morgin klokkan 10. Eisini U 17 dreingirnir hava leikt seg víðari, tá teir í dag gjørdist vinnarar av sínum bólki frammanfyri Svøriki og Ongland.
Spælararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:
KÍF:
Zoe Elisabeth Dickson
Fleyr:
Vár Rajani Færø
Barbara Káradóttir Durhuus
Bjarta Jákupsdóttir
SÍ:
Inga Helena Henriksen
Janna Falkvard
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
TB:
Johanna Christiansdóttir
Úr Danmark:
Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)
Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)
Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)
Jakobina Joensen (fyrr KÍF)
Venjarar eru Romica Øster og Jákup William Sivertsen